|
Seinna Krýnikubók, kapittul 28 Ákaz, syndir hans v1Ákaz var tjúgu ára gamal, tá ið hann varð kongur, og hann sat sum kongur í Jerúsalem í sekstan ár; hann gjørdi ikki tað, sum rætt var í eygum Harrans, soleiðis sum Dávid, forfaðir hans,v2heldur steig hann í fótaspor Ísraels konga; ja, hann læt eisini gera Báalunum stoyptar gudamyndir.v3Hann kyndi offureld í Hinnomssonardali, læt synir sínar ganga gjøgnum eldin og fór soleiðis at á sama andstyggiliga hátt sum tær tjóðir, ið Harrin hevði rikið burtur undan Ísraelitunum.v4Hann bar fram sláturoffur og roykilsisoffur á offurheyggjunum, á hæddunum og undir hvørjum grønum træi. Áramitar og Ísraelsmenn gera herferð inn í Júda v5Tí gav Harrin, Guð hans hann upp í hendur Árams kongs, so at Áramitar vunnu á honum sigur og hertóku nógv av fólki hans og høvdu tað aftur við sær til Damaskusar; eisini varð hann givin upp í hendur Ísraels kongs, ið vann á honum miklan sigur.v6Og í Júda vá Peka Remaljason eitt hundrað og tjúgu túsund mans á einum degi, allir reystir kappar, tí teir høvdu sagt burtur Harran, Guð fedra sína.v7Og Zikri, kappi úr Efraim, drap kongssonin Máasjeja og hallarstjóran Azrikam og Elkana, ið gekk næstur kongi.v8Ísraels menn hertóku av brøðrum sínum tvey hundrað túsund konur, synir og døtur og rændu somuleiðis frá teimum miklan herfong og høvdu tað við sær til Sámáriu.v9Men har var profetur Harrans, Óded nevndur at navni; hann fór út ímóti herinum, ið var á heimveg til Sámáriu, og hann mælti við teir: «Sí, av tí at Harrin, Guð fedra tykkara, reiddist inn á Júda menn, gav hann teir upp í hendur tykkara; men tit drópu teir í tílíkari øði, sum røkk til himins;v10og nú hugsa tit um at níva Júda menn og Jerúsalembúgvar undir tykkum og gera teir til trælir og trælkvendi tykkara; men hava tit ikki nóg mikla syndasekt á tykkum við Harran, Guð tykkara?v11Hoyrið tí meg og latið fólkið, sum tit hava hertikið frá brøðrum tykkara, sleppa heim aftur, tí at brennandi vreiði Harrans er yvir tykkum!»v12Tá risu nakrir av oddamonnum Efraimita, Ázarja Jóhanansson, Berekja Mesjillemotsson, Hizkia Sjallumsson og Ámasa Hadlaison, upp ímóti teimum, ið komnir vóru úr hernaðinum,v13og søgdu við teir: «Tit koma ikki higar við fangunum! Tit hava í huga at økja um syndir okkara, nøra um ta sekt, sum vit longu hava á okkum við Harran. Tí at mikil er sekt vár, og brennandi vreiði er yvir Ísrael!»v14Herfólkið slepti tá fangunum og herfonginum, meðan høvdingarnir og allur savnaðurin stóðu hjá,v15og hinir áðurnevndu menninir tóku at sær fangarnar; teir tóku burtur av herfonginum og klæddu allar, sum naknir vóru teirra millum; umframt tað góvu teir teimum klæði og skógvar, mat og drekka og salvaðu teir; og teir, sum ikki vóru mentir at ganga, settu teir á asnabak og fluttu teir aftur til Jeriko, pálmaborgina, til brøður teirra. Síðan snúðust teir aftur til Sámáriu. Edómitar og Filistar herja á; Assýriumenn hertaka Júda v16Um hetta mundið sendi Ákaz kongur Assýriu kongi boð um at koma og hjálpa sær;v17tí at umframt annað vóru Edómitar komnir og høvdu vunnið sigur av Júda monnum og flutt fangar burtur.v18Og Filistar ráddust á borgirnar á láglendinum og á suðurlandi Júda og tóku Bet-Sjemes, Ajjalon, Gederot og Sóko og bygdirnar kring hana, Timna og bygdirnar kring hana, Gimzo og bygdirnar kring hana og settust niður har.v19Tí at Harrin vildi eyðmýkja Júda fyri Ákazar, Júda kongs, skuld, av tí at hann hevði framt siðloysi í Júda og verið mikið trúleysur móti Harranum.v20Men Tillegat-Pilneser, Assýriu kongur, helt ímóti honum og elvdi honum vanda í staðin fyri at hjálpa honum.v21Tí at tó at Ákaz rændi hús Harrans og kongshøllina og tók alt, sum høvdingarnir áttu, og gav tað Assýriu kongi, batti tað honum einki. Ákaz fremur gudloysi v22Og Ákaz kongur helt áfram við trúloysi sínum móti Harranum, eisini tá ið hann var í neyðum staddur.v23Hann ofraði til Damaskusar gudar, sum høvdu vunnið sigur av honum, við tað at hann hugsaði: «Gudarnir hjá Árams kongum hava jú veitt teimum hjálp; til teirra vil eg tí ofra, so at teir eisini hjálpa mær!» Men teir vóru honum og øllum Ísrael til fals.v24Ákaz savnaði eisini ílátini úr húsi Guðs og breyt tey sundur; og hann lokaði hurðarnar á húsi Harrans og gjørdi sær altar á hvørjum vegahorni í Jerúsalem.v25Og í hvørji borg í Júda læt hann gera offurheyggjar til tess at kynda fremmandum gudum offureld og reitti soleiðis Harran, Guð fedra sína. Ákaz doyr |