Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Seinna Krýnikubók, kapittul 3
Templið verður bygt
v1Síðan fór Sálomon undir at byggja hús Harrans í Jerúsalem á Moriafjalli, har sum Harrin hevði birtst fyri Dávidi, faðir hans, á staði tí, sum Dávid hevði búgvið til, á treskivølli Ornans Jebusita.v2Og hann byrjaði at byggja í øðrum mánaði á fjórða ríkisári sínum.v3Og grundvøllurin, sum Sálomon legði til at byggja hús Guðs á, var seksti alnir langur eftir fornum máti og tjúgu alnir breiður.v4Og forsalurin fyri framman tempulhúsið var tjúgu alnir breiður samsvarandi breidd tempulsins og tjúgu alnir háur; og hann legði hann innan við skírum gulli.v5Aðalhúsið bróstaði hann við syprisborðum, og eisini tað legði hann við skírum gulli og prýddi tað við pálmum og blómukransum.v6Framvegis setti hann húsið við dýrum steinum til prýðis; og gullið var Parváimgull.v7Og hann legði húsið, bjálkar, gáttir, bróst og hurðar við gulli og læt kerúbar skera út á bróstinum.v8Hann gjørdi eisini hitt alraheilagasta; longd tess tvørtur við templinum var tjúgu alnir og breiddin tjúgu alnir; hann legði tað við skírum gulli, sum vá seks hundrað talentir.v9Naglarnir vógu fimmti siklar í gulli; eisini loftsherbergini legði hann við gulli.
Kerúbarnir tveir
v10Í hinum alraheilagasta gjørdi hann tveir hagliga útskornar kerúbar og legði teir við gulli.v11Veingirnir á kerúbunum vóru tilsamans tjúgu alnir langir; annar vongurin á øðrum kerúbinum, fimm alnir langur, nart við tempulbróstið, og hin vongurin, sum eisini var fimm alnir langur, nart við veingin á hinum kerúbinum,v12og annar vongurin á hinum kerúbinum, fimm alnir langur, nart við tempulbróstið, og hin vongurin, sum eisini var fimm alnir langur, var áfastur við veingin á hinum kerúbinum.v13Soleiðis vóru veingirnir á hesum kerúbunum – fult útbreiddir – tjúgu alnir; teir stóðu upprættir við andlitunum inneftir.
Fortjaldið
v14Og hann gjørdi fortjaldið av bláum og reyðum purpuri, skarlaki og egyptiskum líni og prýddi tað við kerúbum.
Koparsúlurnar tvær (smbr. 1 Kong 6,1-28; 7,15-22)
v15Hann gjørdi tvær súlur til at standa fyri framman templið; tær vóru tríati og fimm alnir háar, og súlnahøvdið oman á hvørjari var fimm alnir.v16Síðan gjørdi hann heingikransar eins og hálsfesti, sum hann hongdi upp á súlnahøvdini, og setti hundrað granatepli á heingikransarnar.v17Hesar súlur reisti hann fyri framman templið, aðra høgrumegin og hina vinstrumegin. Høgru súluna nevndi hann Jákin og hina vinstru Bóaz.