|
Seinna Krýnikubók, kapittul 33 Avgudadýrkan Manasse v1Manasse var tólv ára gamal, tá ið hann varð kongur, og í fimmti og fimm ár ríkti hann í Jerúsalem.v2Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans og fylgdi andstyggiligu siðum teirra tjóða, sum Harrin hevði rikið burtur undan Ísraels monnum.v3Hann bygdi upp aftur av nýggjum offurheyggjarnar, ið Hizkia, faðir hans, hevði rivið niður, reisti Báalunum altar, gjørdi Ásjerustólpar og tilbað allan her himinsins og tænti honum.v4Ja, hann reisti eisini altar í húsi Harrans, tí, sum Harrin hevði sagt um: «Í Jerúsalem skal navn mítt ævinliga búgva.»v5Í báðum forgørðum í húsi Harrans reisti hann øllum heri himinsins altar.v6Og hann læt synir sínar ganga gjøgnum eldin í Hinnomssonardali, fekst við gand, fjølkunnu og galdrakvøðing, skipaði sær manarar og rúnarbindarar og gjørdi mangt og hvat, sum var ilt í eygum Harrans, til tess at reita hann.v7Gudamyndina, sum hann hevði skorið út, læt hann reisa í húsi Guðs, tí, sum Guð hevði sagt um við Dávid og Sálomon, son hans: «Í hesum húsi og í Jerúsalem, sum eg havi útvalt av øllum Ísraels ættum, vil eg lata navn mítt búgva allar ævir;v8og eg vil ikki aftur lata Ísrael fara í útlegd av landi tí, sum eg gav fedrum teirra, um bert teir vilja vandaliga halda alt tað, sum eg havi boðið teimum viðvíkjandi allari lógini, boðunum og skipanunum, ið teir fingu við Mósesi.»v9Men Manasse tøldi Júda og Jerúsalembúgvar, so at teir bóru seg verri at enn tjóðir tær, ið Harrin hevði avoytt fyri Ísraels monnum. Manasse í fongsli, iðran hans v10Harrin talaði til Manasse og fólk hans, men tey góvu tí ongar gætur.v11Tá læt Harrin herhøvdingarnar hjá Assurs kongi ráðast á teir; teir tóku Manasse við onglum, bundu hann við koparfjøtrum og fóru til Bábelborgar við honum.v12Men nú hann var í neyðum staddur, bað hann Harran, Guð sín, um náði og eyðmýkti seg djúpt fyri Guði fedra sína.v13Og tá ið hann bað til hansara, bønhoyrdi hann hann; hann hoyrdi bønligu bøn hans og læt hann koma heim aftur til Jerúsalem í ríki sítt. Tá sannaði Manasse, at Harrin er Guð. v14Eftir hetta bygdi hann ytra borgargarð við Dávidsborgina vestanvert við Gihon í dalinum yvir at Fiskaliðinum; hann bygdi hann kring um Ófel og gjørdi hann óføra høgan, og í hinum víggirdu borgunum í Júda setti hann hermannahøvuðsmenn.v15Og hann oyddi úr húsi Harrans hinar fremmandu gudarnar og gudamyndina og somuleiðis øll altarini, sum hann hevði reist á tempulfjallinum og í Jerúsalem, og tveitti tað alt út um borgina.v16Síðan reisti hann altar Harrans upp aftur og ofraði takkaroffur og lovoffur á tí og beyð Júda monnum at tæna Harranum, Ísraels Guði.v17Men enn ofraði fólkið á offurheyggjunum – tó einans Harranum, Guði sínum. Deyði Manasse v18Men tað, sum meira er at siga um Manasse og bøn hans til Guðs síns og um orð síggjara teirra, ið talaðu til hans í navni Harrans, Ísraels Guðs, tað er jú ritað í søgu Ísraels konga.v19Men um bøn hans og hvussu hann varð bønhoyrdur, um allar syndir og trúnaðarslítan hans og somuleiðis um staðirnar, har hann bygdi offurheyggjar og reisti Ásjerustólpar og gudamyndir, áður enn hann eyðmýkti seg, um tað er jú ritað í søgu síggjaranna.v20Og Manasse legðist til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í garðinum við hús sítt; og Ámon, sonur hans, tók ríkið eftir hann. Ámon v21Ámon var tjúgu og tvey ára gamal, tá ið hann varð kongur, og í tvey ár sat hann sum kongur í Jerúsalem.v22Hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans, eins og Manasse, faðir hans, hevði gjørt. Ámon ofraði til allar teir skurðgudar, sum Manasse, faðir hans, hevði gjørt, og dýrkaði teir.v23Hann eyðmýkti seg ikki fyri Harranum, eins og Manasse, faðir hans, hevði eyðmýkt seg, men Ámon økti heldur um syndasekt sína.v24Tænarar hans gjørdu samansvørjing ímóti honum og drópu hann í húsi hans.v25Men fólkið í landinum drap allar teir, ið høvdu gjørt samansvørjing móti Ámoni kongi; síðan tók fólkið Jósia, son hans, til kong eftir hann. |