|
Seinna Krýnikubók, kapittul 9 Drotningin av Sába vitjar Sálomon v1Tá ið drotningin av Sába hoyrdi ágiti Sálomons, kom hon til tess at royna hann við gátum til Jerúsalem við ovurmiklum føruneyti, við kamelum, ið bóru nøgdir av roykilsi og gulli og dýrum steinum; og tá ið hon kom til Sálomons, bar hon upp fyri honum alt, sum henni í brósti búði.v2Men Sálomon kundi svara øllum spurningum hennara; einki var honum dult, sum hann ikki gat greint fyri henni.v3Og tá ið drotningin av Sába sá fróðskap Sálomons og húsið, sum hann hevði bygt,v4og matin á borði hans og bústaðir tænara hans, og hvussu skutilsveinar hans bóru seg, og hvussu teir vóru klæddir, og skeinkjarar hans og búna teirra og brenniofrini, sum hann frambar í húsi Guðs, tá varð hon frá sær sjálvari av bilsniv5og segði við kong: «Satt var tað, sum eg har heima í landi mínum hoyrdi um teg og fróðskap tín!v6Eg vildi ikki trúgva tí, sum sagt varð, fyrr enn eg sjálv var komin og hevði sæð tað við egnum eygum; og sí, mær hevur ikki til helvtar verið sagt frá fróðskapi tínum; í stórum bert tú av tí giti, sum eg havi hoyrt um teg!v7Sælir eru menn tínir, og sælir hesir tænarar tínir, ið støðugt standa fyri ásjón tíni og lýða á fróðskap tín!v8Lovaður veri Harrin, Guð tín, sum hevur tokka í tær, so at hann setti teg í hásæti sítt sum kong fyri Harranum, Guði tínum! Av tí, at Guð tín elskar Ísrael og vil lata tað standast allar ævir, tessvegna setti hann teg sum kong yvir teimum til at fremja rætt og rættlæti!» v9Síðan gav hon kongi stórt hundrað talentir av gulli og ovurmikið av roykilsi og dýrum steinum, og ongantíð hevur í landinum verið tílíkt roykilsi sum tað, ið drotningin av Sába gav Sálomoni kongi.v10Menninir hjá Hurami og menninir hjá Sálomoni, ið fluttu gull frá Ofir, komu eisini við sandelviði og gimsteinum.v11Og av sandelviðinum læt kongur gera rimaverk á húsi Guðs, og kongshøllini; somuleiðis gígur og hørpur til sangararnar; tess líki hevði ongntíð áður verið sæddur í Júdalandi.v12Sálomon kongur gav drotningini av Sába alt tað, sum hon ynskti og bað um, nógv meiri enn hon hevði ført kongi. Síðan fór hon heim aftur í land sítt við øllum føruneyti sínum. Ríkidømi v13Til Sálomons varð flutt av gulli á hvørjum ári seks hundrað og seksti og seks gulltalentirv14umframt avskurðin frá undirokaðum fólkum og tað, sum keypmenninir fluttu inn, og alt tað gullið og silvurið, sum allir Árábiukongarnir og landsstjórarnir komu við.v15Sálomon kongur læt gera tvey hundrað skildir av slignum gulli; í hvønn skjøldurin fóru seks hundrað siklar av slignum gulli,v16og trý hundrað smærri skildir av slignum gulli, í hvønn teirra fóru trý hundrað siklar av gulli; hesar skildir læt kongur leggja í Libanons skógarhúsið.v17Framvegis læt kongur gera mikið hásæti úr fílabeini og legði tað við skírum gulli;v18seks trappur gingu upp at hásætinum, og fótskør av gulli var gjørd føst við tað; báðumegin sætið vóru armar, og við armarnar stóðu tvey ljón.v19Og á teimum seks stigunum á trappuni stóðu tólv ljón, seks hvørjumegin. Tílíkt hásæti hevur ikki verið í nøkrum kongaríki.v20Og øll drykkjuker hjá Sálomoni kongi vóru av gulli og øll amboð í Libanons skógarhúsi av skírum gulli. Silvur var einki í metum á Sálomons døgum,v21tí at Sálomon átti skip, ið sigldu til Tarsis, mannað við monnum Hurams; eina ferð á triðja hvørjum ári komu Tarsisskipini heim aftur við gulli og silvuri, fílabeini, apum og páfuglum. v22Sálomon kongur bar av øllum kongum jarðar í ognum og vitsku.v23Og allir kongar á jørðini leitaðu til Sálomons til tess at hoyra fróðskap hans, ið Guð hevði lagt honum í hjartað,v24og allir høvdu teir gávur við sær: Silvurgripir og gullgripir, klæði, vápn, roykilsi, ross og múldjór, og tað ár undan ári.v25Sálomon hevði fýra túsund hestapør og vagnar og tólv túsund reiðmenn; sumt av hesum læt hann vera í vagnliðsborgunum, og sumt hevði hann hjá sær í Jerúsalem.v26Og hann valdaði øllum kongunum frá Ánni og alt at Filistalandi og at landamarki Egyptalands.v27Sálomon kongur gjørdi silvur so algongt í Jerúsalem sum grót og sedristrø sum morberjatrø á láglendinum.v28Og Sálomon fekk ross úr Mizráim og úr øllum londum. Deyði Sálomons (smbr. 1 Kong 10,1-28; 11,41-43) v29Men tað, sum meira er at siga um Sálomon, tað er jú ritað frá upphavi til enda í árbók Nátans profets og í spádómi Áhija Silonita og í sjónini, sum Jedo síggjari sá um Jeróboam Nebatsson.v30Sálomon sat sum kongur í Jerúsalem yvir øllum Ísrael í fjøruti ár.v31Síðan legðist hann til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í borg Dávids, faðir síns; og Rehábeam, sonur hans, tók ríkið eftir hann. |