|
Ezra, kapittul 1 Kýrus loyvir Ísraelsmonnum at fara heim aftur og byggja templið upp aftur (smbr. 2 Krýn 36,22) v1Á fyrsta ríkisári Kýrusar Persakongs vakti Harrin – til tess at lata orð sítt við Jeremia ganga út – hugin á Kýrusi Persakongi til at lata boð ganga um alt ríki sítt og tað við soljóðandi riti:v2«So sigur Kýrus Persakongur: Øll kongaríki jarðarinnar hevur Harrin, Guð himnanna, givið mær, og hann hevur skipað mær at byggja sær hús í Jerúsalem í Júda.v3Hvør av tykkum, ið tilhoyrir fólki hans, við honum veri Guð hans, og hann fari heim aftur til Jerúsalem og byggi hús Harrans, Ísraels Guðs; hann er tann Guð, sum býr í Jerúsalem;v4og allastaðni, har tey, sum eftir eru, búgva sum fremmand, skulu íbúgvarnir styðja tey við silvuri og gulli, leysafæ og fenaði umframt tað, ið sjálvboðið verður givið til hús Guðs í Jerúsalem.»v5Tá løgdu avstað ættarhøvdingar Júda og Benjamins og prestarnir og Levitarnir – allir teir, sum Guð vakti hugin hjá til at fara heim og byggja hús Harrans í Jerúsalem.v6Og umframt allar tær sjálvbodnu gávurnar komu allir grannar teirra teimum til hjálpar við silvuri og gulli, leysafæ og fenaði og alskyns dýrum gripum.v7Kýrus kongur læt eisini av hondum kerini úr húsi Harrans, tey, sum Nebukadnezar hevði flutt burtur úr Jerúsalem og sett upp í húsi guds síns;v8tey læt nú Kýrus Persakongur Mitredat fæhirða fáa; og hann taldi tey og flýggjaði tey Sjesjbazzar, høvdinga Júda.v9Og talið á teimum var: Tríati gullskálir, túsund silvurskálir, tjúgu og níggju roykilsisker,v10tríati gullsteyp, fýra hundrað og tíggju silvursteyp, minni í virði, og túsund onnur ílát,v11alt tilsamans fimm túsund og fýra hundrað ílát av gulli og silvuri. Alt hetta hevði Sjesjbazzar við sær, tá ið hinir herleiddu fóru úr Bábel heim aftur til Jerúsalem. |