|
Ezra, kapittul 10 Ezra vil hava útlendskar konur burturriknar v1Meðan Ezra lá á knøum frammi fyri húsi Guðs og bað og grátandi játtaði syndirnar, tá savnaðist um hann ovurmikil fjøld av Ísrael, bæði kallar, konur og børn, tí at alt fólkið græt sáran.v2Tá tók Sjekanja Jehielsson av eftirkomarum Elams til máls og segði við Ezra: «Vit hava verið trúleysir móti Guði várum við at fáa okkum konur av hinum heidnu íbúgvum landsins; men hóast hetta er enn vón fyri Ísrael.v3Latum okkum nú gera sáttmála frammi fyri Guði várum um at reka burtur allar útlendsku konur okkara og tey børn, ið tær hava átt, eftir ráðum harra míns og teirra manna, ið óttast boðorð Guðs várs, so at farið verður eftir lógini!v4Rís nú upp, tí at á tær hvílir hetta mál; men vit skulu dugna tær hond; far nú til verka í góðum treysti!»v5Tá reis Ezra upp, og hann læt oddamenninar fyri prestum og Levitum og øllum Ísrael gera eið um at vilja gera eftir hesum; teir gjørdu tá eiðin.v6Og Ezra fór á føtur, har hann hevði ligið frammi fyri húsi Guðs, og gekk inn í herbergið hjá Jóhanan Eljasjibssyni; har var hann um náttina og neyt hvørki vátt ella turt, tí at hann var tungur í huga yvir trúloysi teirra, sum høvdu verið herleidd.v7Síðan fóru boð um Júda og Jerúsalem til alra teirra, sum høvdu verið herleidd, um at koma saman í Jerúsalem;v8og at hvør, sum ikki var komin innan tríggjar dagar, soleiðis sum høvdingarnir og hinir elstu høvdu rátt av, skuldi fáa allar ognir sínar vígdar banni og sjálvur verða rikin út úr savnaði teirra, sum høvdu verið herleidd.v9Tá savnaðust allir menn av Júda og Benjamin í Jerúsalem á triðja degi; tað var á tjúgunda degi hins níggjunda mánaðar. Og alt fólkið sat har á svøðunum við hús Guðs og skalv bæði fyri tí, sum borist hevði á, og fyri áarførinum.v10Men Ezra prestur reis upp og mælti til teirra: «Tit hava slitið trúnað, tí tit hava fingið tykkum útlendskar konur og soleiðis økt um syndasekt Ísraels;v11játtið nú syndir tykkara fyri Harranum, Guði fedra tykkara, gerið vilja hans og skiljið tykkum frá hinum heidnu íbúgvum landsins og frá útlendsku konum tykkara!»v12Tá rópaði alt fólkið og segði: «Ja, alt, sum tú sigur, eiga vit at gera!v13Men fólkið er nógv, og nú er regntíð, so vit kunnu ikki verða standandi her úti, og heldur ikki kann hetta mál verða greitt eftir einum tveimum døgum; tí at vit eru mangir, ið hava syndað í hesum.v14Lat tí høvdingar okkara umboða allan savnaðin og lat allar teir í borgum okkara, sum hava fingið sær útlendskar konur, koma fram á ásettari tíð saman við hinum elstu og dómarunum í hvørji borg, til tess at brennandi vreiði Harrans, ið av hesum hevur staðist, má víkja frá okkum!»v15Einans Jónatan Ásahelsson og Jazeja Tikvason mótmæltu hesum studdir av Mesjullami og Sjabbetai Levita.v16Teir, ið herleiddir høvdu verið, gjørdu nú soleiðis; og Ezra prestur útvaldi sær menn, ættarhøvdingar hinna einstøku ætta, allir at navni nevndir. Hesir hildu ráðstevnu á fyrsta degi hins tíggjunda mánaðar til tess at rannsaka málið;v17og á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar vóru teir lidnir at rannsaka málið hjá øllum monnum, sum høvdu fingið sær útlendskar konur. Menn, ið sekir eru v18Av prestum funnust hesir, ið høvdu fingið sær útlendskar konur: Av eftirkomarum Jesjua Józadakssonar og brøðrum hans: Máaseja, Eliezar, Járib og Gedalja;v19hesir gjørdu av, at teir vildu reka burtur konur sínar og ofra veðr í sektaroffur fyri syndasekt sína.v20Av eftirkomarum Immers: Hánani og Zebadja.v21Av eftirkomarum Hárims: Máaseja, Elija, Sjemaja, Jehiel og Uzzia.v22Av eftirkomarum Pásjhurs: Eljoenai, Máaseja, Jisjmael, Netánel, Józabad og Eleasa.v23Av Levitunum: Józabad, Sjimei, Kelaja – tað er Kelita – Petaja, Júda og Eliezar.v24Av tempulsangarunum: Eljasjib og Zakkur. Av duravørðunum: Sjallum, Telem og Uri.v25Av Ísrael: Av eftirkomarum Páreosjar: Ramja, Jizzija, Malkija, Mijjamin, Eleazar, Malkija og Benaja.v26Av eftirkomarum Elams: Mattanja, Zekarja, Jehiel, Abdi, Jeremot og Elija.v27Av eftirkomarum Zattu: Eljoenai, Eljasjib, Mattanja, Jeremot, Zábad og Áziza.v28Av eftirkomarum Bebai: Jóhanan, Hánanja, Zabbai og Atlai.v29Av eftirkomarum Báni: Mesjullam, Malluk, Ádaja, Jasjub, Sjeal og Rámot.v30Av eftirkomarum Páhat-Móabs: Adna, Kelal, Benaja, Máaseja, Mattanja, Bezáleel, Binnui og Menassje.v31Av eftirkomarum Hárims: Eliezar, Jissjija, Malkija, Sjemaja, Sjimeon,v32Binjamin, Malluk og Sjemarja.v33Av eftirkomarum Hásjums. Mattenai, Mattatta, Zábad, Elifelet, Jeremai, Menassje og Sjimei.v34Av eftirkomarum Báni: Máadai, Amram, Uel,v35Benaja, Bedeja, Keluhu,v36Vanja, Meremot, Eljasjib,v37Mattanja, Mattenai og Jáasai.v38Av eftirkomarum Binnui: Sjimei,v39Sjelemja, Nátan, Ádaja,v40Maknadbai, Sjasjai, Sjárai,v41Ázárel, Sjelemja, Sjemarja,v42Sjallum, Ámarja og Jósef.v43Av eftirkomarum Nebo: Jeiel, Mattitja, Zábad, Zebina, Jaddai, Jóel og Benaja.v44Allir hesir høvdu fingið sær útlendskar konur, men sendu nú hesar konur og børn teirra burtur. |