|
Ezra, kapittul 2 Skráseting teirra, sum heim aftur fóru v1Hesir eru teir úr skattlandi okkara, sum fóru úr herleiðingarútlegdini, teir, ið Nebukadnezar kongur hevði herleitt til Bábel, men nú snúðu heim aftur til Jerúsalem og Júda, hvør í sína borg,v2teir, ið komu við Zerubbábeli, Jesjua, Nehemja, Seraja, Reelaja, Mordokai, Bilsjan, Mispar, Bigvai, Rehum og Báana. Talið á monnum Ísraels fólks var:v3Eftirkomarar Párosj: Tvey túsund, eitt hundrað og sjeyti og tveir;v4eftirkomarar Sjefatja: Trý hundrað og sjeyti og tveir;v5eftirkomarar Ára: Sjey hundrað og sjeyti og fimm;v6eftirkomarar Páhat-Móabs, eftirkomarar Jesjua og Jóabs: Tvey túsund, átta hundrað og tólv;v7eftirkomarar Elams: Eitt túsund, tvey hundrað og fimmti og fýra;v8eftirkomarar Zattu: Níggju hundrað og fjøruti og fimm;v9eftirkomarar Zakkai: Sjey hundrað og seksti;v10eftirkomarar Báni: Seks hundrað og fjøruti og tveir;v11eftirkomarar Bebai: Seks hundrað og tjúgu og tríggir;v12eftirkomarar Ázgads: Eitt túsund, tvey hundrað og tjúgu og tveir;v13eftirkomarar Ádónikams: Seks hundrað og seksti og seks;v14eftirkomarar Bigvai: Tvey túsund og fimmti og seks;v15eftirkomarar Ádins: Fýra hundrað og fimmti og fýra;v16eftirkomarar Áters, frá Hizkia: Níti og átta;v17eftirkomarar Bezai: Trý hundrað og tjúgu og tríggir;v18eftirkomarar Jóra: Eitt hundrað og tólv;v19eftirkomarar Hásjums: Tvey hundrað og tjúgu og tríggir;v20eftirkomarar Gibbars: Níti og fimm;v21ættaðir úr Betlehem: Eitt hundrað og tjúgu og tríggir;v22menn úr Netofa: Fimmti og seks;v23menn úr Ánatot: Eitt hundrað og tjúgu og átta;v24ættaðir úr Azmavet: Fjøruti og tveir;v25ættaðir úr Kirjat-Jearim, Kefira og Beerot: Sjey hundrað og fjøruti og tríggir;v26ættaðir úr Ráma og Geba: Seks hundrað og tjúgu og ein;v27menn úr Mikmas: Eitt hundrað og tjúgu og tveir;v28menn úr Betel og Ai: Tvey hundrað og tjúgu og tríggir;v29ættaðir úr Nebo: Fimmti og tveir;v30eftirkomarar Magbisj: Eitt hundrað og fimmti og seks;v31eftirkomarar Elams hins annars: Eitt túsund, tvey hundrað og fimmti og fýra;v32eftirkomarar Hárims: Trý hundrað og tjúgu;v33ættaðir úr Lod, Hádid og Óno: Sjey hundrað og tjúgu og fimm;v34ættaðir úr Jeriko: Trý hundrað og fjøruti og fimm;v35ættaðir úr Senáa: Trý túsund, seks hundrað og tríati. v36Prestarnir: Eftirkomarar Jedaja av ætt Jesjua: Níggju hundrað og sjeyti og tríggir;v37eftirkomarar Immers: Eitt túsund og fimmti og tveir;v38eftirkomarar Pasjhurs: Eitt túsund, tvey hundrað og fjøruti og sjey;v39eftirkomarar Hárims: Eitt túsund og seytjan. v40Levitarnir: Eftirkomarar Jesjua og Kadmiels, av eftirkomarum Hódavja: Sjeyti og fýra. v41Sangararnir: Eftirkomarar Ásafs: Eitt hundrað og tjúgu og átta. v42Duravørðirnir: Eftirkomarar Sjallums, Áters, Talmons, Akkubs, Hátita og Sjóbai; tilsamans: Eitt hundrað og tríati og níggju. v43Tempultrælirnir: Eftirkomarar Ziha, Hásufa og Tabbaots,v44Kerósar, Siaha, Pádons,v45Lebana, Hágaba, Akkubs,v46Hágabs, Salmai, Hánans,v47Giddels, Gáhars, Reaja,v48Rezins, Nekoda, Gazzams,v49Uzza, Pásea, Besai,v50Asna, Meunita, Nefusita,v51Bakbuks, Hákufa, Harhurs,v52Bazluts, Mehida, Harsja,v53Barkosar, Sisera, Tema,v54Nezia og Hátifa. v55Eftirkomarar tænara Sálomons: Eftirkomarar Sotai, Soferets, Peruda,v56Jáala, Darkons, Giddels,v57Sjefatja, Hattils, Pokerets-Hazzebáims og Ámi.v58Tempultrælir og eftirkomarar tænara Sálomons vóru tilsamans trý hundrað og níti og tveir. v59Og hesir eru teir, ið fóru heim úr Tel-Mela, Tel-Harsja, Kerub-Addan og Immer og ikki kundu at greina ætt sína og uppruna sín, hvørt teir vóru komnir av Ísrael:v60Eftirkomarar Delaja, Tóbija og Nekoda: Seks hundrað og fimmti og tveir.v61Og av eftirkomarum prestanna: Eftirkomarar Hábaja, Hakkozar og Barzillai; hann hevði tikið sær eina dóttur Barzillai Gileadita til konu og var nevndur við navni teirra.v62Hesir leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; teir vórðu tí sum óreinir lokaðir úti frá prestadømi.v63Og landsstjórin sýtti teimum at eta av hinum háheilaga, fyrr enn prestur stóð fram, ið dugdi at handfara Urim og Tummim. v64Allur savnaðurin var tilsamans fjøruti og tvey túsund, trý hundrað og seksti,v65umframt trælir og trælkvendi teirra, ið vóru sjey túsund, trý hundrað og tríati og sjey; har vóru eisini tvey hundrað sangarar og sangkonur.v66Ross teirra vóru sjey hundrað og tríati og seks; múldjórini tvey hundrað og fjøruti og fimm;v67kamelarnir fýra hundrað og tríati og fimm og asnarnir seks túsund, sjey hundrað og tjúgu. v68Og summir av ættarhøvdingunum góvu, tá ið teir vóru komnir til hús Harrans í Jerúsalem, sjálvbodnir gávur til hús Guðs til tess at fáa tað bygt upp aftur á staði sínum,v69og hvør eftir sínum førimuni góvu teir í byggigrunnin seksti og eitt túsund gulldárikar, fimm túsund silvurminur og eitt hundrað prestabúnar.v70Síðan búsettust prestarnir og Levitarnir og sumt av fólkinum í Jerúsalem og har í nánd, men sangararnir og duravørðirnir, tempultrælirnir og alt hitt fólkið settust niður í borgum sínum. |