Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Ezra, kapittul 6
Rit Kýrusar um templið verður funnið
v1Síðan beyð Dárius kongur at leita í skjalasavninum, har allir gripir vóru goymdir;v2og í borgini Ámeta í skattlandinum Mediu varð funnin bókrulla, sum ljóðaði soleiðis: «Til áminningar.v3Á fyrsta ríkisári sínum læt Kýrus kongur soljóðandi boð ganga: Hús Guðs í Jerúsalem skal verða endurreist, til tess at menn har mega ofra sláturoffur og frambera eldoffur Guðs; tað skal vera seksti alnir høgt og seksti alnir breitt;v4tað skulu vera trý løg av høgdum steinum og eitt lag av viði; og kostnaðurin skal verða greiddur úr kongshøllini.v5Eisini skulu gull- og silvurlutirnir í húsi Guðs, teir, ið Nebukadnezar tók úr templinum í Jerúsalem og flutti til Bábel verða avhentir og fluttir inn aftur í templið í Jerúsalem á stað sín, og tú skalt leggja teir inn í hús Guðs!»
Svar Dáriusar til landsstjórans
v6«Tí skulu tit, Tattenai, landsstjóri handan Ánna, og Sjetar-Boznai og embætisbrøður tykkara, Áfarsekitar, ið búgva handan Ánna, halda tykkum burtur haðan;v7forðið ikki fyri, at hetta hús Guðs verður bygt, tí at landsstjóranum og hinum elstu hjá Júdeunum er heimilt at endurreisa hetta hús Guðs á sínum fyrra staði.v8Og eg havi givið boð um, hvussu tit skulu bera tykkum at ímóti hinum elstu hjá hesum Júdeum, so at hetta hús Guðs verður upp aftur bygt: Kostnaðurin skal skilvísiliga verða greiddur hesum monnum av teimum inntøkum, sum kongur heimtar í skatti úr londunum handan Ánna; einki má tálma hesum.v9Og tað, sum annars er tørvur á: Ungneyt, veðrar og lomb til brennioffur hjá himnanna Guði og hveiti, salt, vín og olja, tað skal eftir tilmæli prestanna í Jerúsalem verða greitt teimum dag um dag uttan avskarving,v10til tess at teir mega ofra Guði himnanna yndisangandi offur og biðja fyri lívi kongs og sona hans.v11Og tað er boð mítt, at um einhvør maður brýtur hesa skipan, tá skal afturfyri bjálki verða brotin úr húsi hans, og sjálvur skal hann verða hongdur upp og negldur fastur á hann, og hús hans verða gjørt til køst.v12Og tann Guð, ið letur navn sítt búgva har, hann beini fyri hvørjum kongi og hvørji tjóð, ið rættir út arm sín til at ónýta hesi boð og bróta niður hetta hús Guðs í Jerúsalem. Eg, Dárius, havi givið hesa skipan; latið hana nú verða framda út í allar æsir!»
Templið verður fullgjørt
v13Tá fóru teir, Tattenai, landsstjóri handan Ánna, og Sjetar-Boznai og embætisbrøður teirra, í øllum eftir tí tilmæli, sum Dárius kongur hevði sent.v14Hinir elstu hjá Júdeunum hildu nú á at byggja, og væl leið hjá teimum, stuðlaðir av spádómi Haggai profets og Zakarja Iddosonar. Soleiðis luku teir nú byggingina eftir skipan Guðs Ísraels og eftir skipan Kýrusar og Dáriusar og Artakserksesar Persakonga.v15Og hetta hús var fullgjørt á triðja degi í ádar mánaði á sætta ríkisári Dáriusar kongs.
Templið verður vígt
v16Ísraels menn – prestarnir, Levitarnir og hinir, sum heim aftur vóru komnir úr útlegdini, hildu nú vígsluhátíð fyri hesum húsi Guðs við fagnaði.v17Við hesa vígsluhátíð ofraðu teir hundrað neyt, tvey hundrað veðrar og fýra hundrað lomb, og í syndaofri fyri allan Ísrael tólv havrar eftir tali Ísraels ætta.v18Og teir skipaðu prestar eftir flokkum teirra og Levitar eftir deildum teirra til at inna tænastu Guðs í Jerúsalem samsvarandi fyrimæli Mósebókar.
Páskahátíðin hildin
v19Teir, ið heim vóru komnir úr útlegdini, hildu nú páskir á fjúrtanda degi hins fyrsta mánaðar.v20Tí at prestarnir og Levitarnir høvdu reinsað seg og vóru allir samlir reinir. Og teir slátraðu páskalambið fyri allar teir, ið heim vóru komnir úr útlegdini, og fyri brøður teirra, prestarnar, og fyri sjálvar seg.v21Og Ísraelsmenn, ið heim vóru komnir úr útlegdini, ótu av tí saman við øllum teimum, ið høvdu skilt seg burtur úr hinum heidnu tjóðum landsins og óreinsku teirra og vóru gingin í flokk við teir til tess at leita til Harrans, Ísraels Guðs.v22Soleiðis hildu teir nú hátíð hinna ósúrgaðu breyða í sjey dagar við gleði; tí at Harrin hevði glett teir og snúgvað hjarta Assurs kongs til teirra, so at hann magnaði hendur teirra til at byggja hús Guðs, Ísraels Guðs.