Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Ezra, kapittul 7
Um ferð Ezra úr Bábel til Jerúsalem
v1Eftir hesar tilburðir, meðan Artakserkses var kongur í Persiu, fór Ezra Serajason, Ázarjasonar, Hilkiasonar,v2Sjallumssonar, Zádokssonar, Áhitubssonar,v3Ámarjasonar, Ázarjasonar, Merajotssonar,v4Zerajasonar, Uzzisonar, Bukkisonar,v5Ábisjuasonar, Pinehassonar, Eleazarssonar, Áronssonar, høvuðsprests,v6hesin Ezra legði út av Bábel; hann var skriftlærdur og kønur í Móselóg, sum Harrin, Ísraels Guð, hevði givið; og kongur veitti honum øll ynski hans, av tí at Harrin, Guð hans, helt hond sína yvir honum.v7Nakrir av Ísraelsmonnum, prestunum, Levitunum, sangarunum, duravørðunum og tempultrælunum fóru eisini niðan til Jerúsalem á sjeynda ríkisári Artakserksesar kongs.v8Teir komu til Jerúsalem í fimta mánaði á sjeynda ríkisári kongsins.v9Tí á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar ráddi hann av at fara úr Bábel, og á fyrsta degi hins fimta mánaðar kom hann til Jerúsalem, tí at Guðs góða hond var yvir honum.v10Tí at Ezra hevði lagt allan hug sín á at rannsaka lóg Harrans og halda hana og kenna Ísrael lóg og rætt.
Kongliga ritið um ferðina
v11Hetta er avrit av tí brævi, sum Artakserkses kongur fekk Ezra presti, hinum skriftlærda, ið kønur var í øllum boðorðum Harrans og lógum hans, ið hann hevði givið Ísrael:v12«Artakserkses, kongur konganna, til Ezra prests, hins fróða í lóg Guðs himnanna! – og so framvegis:v13Eg gevi her ta skipan, at hvør ein í ríki mínum av Ísraels fólki, av prestum tess og Levitum, ið vil fara við tær heim aftur til Jerúsalem, hann fari,v14við tað at tú ert sendur av kongi og sjey ráðgevum hans til at kanna viðurskiftini í Júda og Jerúsalem samsvarandi teirri lóg Guðs tíns, ið tú hevur í hondum,v15og til at flyta hagar tað silvur og gull, sum kongur og ráðgevar hansara sjálvbodnir hava givið Ísraels Guði, hvørs bústaður er í Jerúsalem,v16eins og alt tað silvur og gull, ið tú fært í øllum Bábel-skattlandi, umframt sjálvbodnu gávum fólksins og prestanna, sum eisini geva sjálvbodnar gávur til hús Guðs síns í Jerúsalem.v17Tessvegna skalt tú fyri hetta fæ skilvísiliga keypa neyt, veðrar og lomb og aftur við teimum grónoffur og droypioffur og ofra tað á altarinum í húsi Guðs tykkara í Jerúsalem.v18Og við tað, sum eftir verður av silvurinum og gullinum, mega tú og brøður tínir gera sum tykkum líkar best – eftir vilja Guðs tykkara skulu tit fara.v19Og ílátini, sum tær verða fingin til tænastuna í húsi Guðs tíns, skalt tú avhenda óskalað frammi fyri Guði í Jerúsalem.v20Annan kostnað, sum húsi Guðs tíns er tørvur á, og sum tú eigur at greiða, skalt tú taka úr fæhirðslu kongs.v21Eg, Artakserkses kongur, gevi øllum fæhirðum handan Ánna hesi boð: Alt, sum Ezra prestur, hin fróði í lóg Guðs himnanna, biður tykkum um, tað skal skilvísiliga verða honum giviðv22upp í eitt hundrað talentir av silvuri, eitt hundrað kor av hveiti, eitt hundrað bat av víni, eitt hundrað bat av olju og ómetaligt av salti.v23Alt, sum Guð himnanna býður, má verða ført út í æsir, alt tað, sum viðvíkur húsi Guðs himnanna, so at ikki vreiði kemur yvir ríki kongs og sona hans.v24Og tað verði tykkum kunngjørt, at ongum er heimilt at leggja skatt, toll ella vegagjald á nakran prest, Levita, sangara, duravørð, tempultræl ella á nakran, ið starvar við hetta hús Guðs.v25Men tú, Ezra, skalt eftir tí vísdómi Guðs, ið tú hevur í hondum, skipa dómarar og lógkønar til at døma mál manna hjá øllum fólkinum handan Ánna, øllum ið kenna lógina; og honum, sum ikki kennir hana, skulu tit frøða um hana.v26Og hvør, ið ikki heldur lóg Guðs tíns og lóg kongs, hann skal vandaliga verða dømdur, hvørt tað er til deyða ella til útlegdar, at greiða fæbót ella at verða settur fastur!»
Lovsongur Ezra
v27Lovaður veri Harrin, Guð fedra vára, ið soleiðis gav kongi hug til at dýrmeta hús Harrans í Jerúsalemv28og læt meg vinna yndi kongs og ráðgeva hans og alra tignarmanna kongs! Síðan herdi eg hugan, við tað at hond Harrans, Guðs míns, var yvir mær, og savnaði saman høvdingar Ísraels til at fara heim við mær.