Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Nehemia, kapittul 11
Hvussu fólkið varð sundurbýtt
v1Og høvdingar fólksins tóku upp bústað í Jerúsalem, meðan hitt fólkið kastaði lut soleiðis, at av hvørjum tíggju monnum skuldi ein seta seg niður í Jerúsalem, hini heilagu borg, og hinir níggju skuldu búgva í borgunum.v2Fólkið bað gott fyri øllum teimum, ið sjálvboðin tóku upp bústað í Jerúsalem.
Íbúgvar Jerúsalems
v3Hesir eru teir oddamenn í skattlandi okkara, sum búðu í Jerúsalem; men í Júdaborgunum búði hvør í síni borg, har hann hevði ogn sína, Ísraelsmenn yvirhøvur, prestarnir, Levitarnir, tempultrælirnir og eftirkomarar træla Sálomons.
v4Í Jerúsalem búðu bæði Júdamenn og Benjaminitar. Av Júdamonnum: Átaja Uzziason Zekarjasonar, Ámarjasonar, Sjefatjasonar, Máhálalelssonar av eftirkomarum Perezar,v5og Máaseja Báruksson Kol-Hózesonar, Házajasonar, Ádajasonar, Jójaribssonar, sonar Zekarja Sjelanita.v6Allir eftirkomarar Perezar, sum búðu í Jerúsalem, vóru tilsamans fýra hundrað og seksti og átta vígførir menn.
v7Og hesir Benjaminitar: Sallu Mesjullamsson, Jóedssonar, Pedajasonar, Kólajasonar, Máasejasonar, Itielssonar, Jesjajasonarv8og brøður hansara, níggju hundrað og tjúgu og átta reystir kappar.v9Jóel Zikrison var oddamaður teirra, og Júda Hassenuason var annar hægsti maður í borgini.
v10Av prestunum: Jedaja, Jójarib, Jákin,v11Seraja Hilkiason, Mesjullamssonar, Zádokssonar, Merajotssonar, Áhitubssonar, høvuðsmaður yvir templi Guðs,v12og brøður teirra, sum gjørdu tænastu við templið, átta hundrað og tjúgu og tveir mans; og Ádaja Jerohamsson, Pelaljasonar, Amzisonar, Zekarjasonar, Pasjhurssonar, Malkijasonar,v13og brøður hans ættarhøvdingarnir tvey hundrað og fjøruti og tveir mans; og Ámasjsai Ázarelsson, Ázaisonar, Mesjillemotssonar, Immerssonar,v14og brøður hans eitt hundrað og tjúgu og átta reystir kappar. Oddamaður teirra var Zabdiel Gedolimsson.
v15Av Levitunum: Sjemaja Hassjubsson, Azrikamssonar, Hásjabjasonar, Bunnisonar,v16og Levita-høvdingarnir Sjabbetai og Józabad, ið settir vóru yvir uttanhýsisstarvinum við hús Guðs,v17og Mattanja Mikason, Zabdisonar, Ásafssonar, sum undir bønarhaldinum skipaði lovsangin, og Bakbukja, annar hægstur av brøðrum sínum, og Abda Sjammuason, Gálalssonar, Jedutunssonar.v18Allir Levitarnir í borgini halgu vóru tilsamans tvey hundrað og áttati og fýra.
v19Av duravørðunum: Akkub, Talmon og brøður teirra, sum stóðu á varðhaldi við liðini, tilsamans eitt hundrað og sjeyti og tveir.
v20Men allir hinir Ísraelsmenn, prestarnir og Levitarnir búðu í øllum hinum borgum Júda, hvør á síni ogn.v21Tempultrælirnir búðu í Ófel, og Ziha og Gisjpa vóru settir yvir teimum.v22Yvirmaður Levitanna við tænastuna í húsi Guðs í Jerúsalem var Uzzi Bánison, Hásjabjasonar, Mattanjasonar, Mikasonar, av eftirkomarum Ásafs, sangarunum.v23Kongur hevði givið skipan um teir, og sangarunum var tilskilað vist gjald, ið teimum tørvaði fyri hvønn dag.v24Petaja Mesjezabelsson ein av eftirkomarum Zera Júdasonar var umboðsmaður hjá kongi í øllum málevnum fólksins.
Bústaðir Júdamanna
v25Og viðvíkjandi jarðyrkisbygdunum so búðu nakrir av Júdamonnum í Kirjat-Arba og bygdunum har íkring, í Dibon og bygdunum har íkring, í Jekabzeel og torpunum har íkring,v26í Jesjua, Molada, Bet-Pelet,v27Házar-Sjúal, Beer-Sjeba og bygdunum har íkring.v28Í Ziklag, Mekona og bygdunum har íkring,v29í En-Rimmon, Zórea, Jarmut,v30Zánoa, Ádullam og torpunum har íkring, í Lákisj við teirri jørð, sum har lá til, í Ázeka og bygdunum har íkring. Teir høvdu tikið sær bústað frá Beersjeba alt norður at Hinnomsdali.
v31Benjaminitarnir búðu í Geba, Mikmas, Ajja, Betel og bygdunum har íkring,v32Ánatot, Nób, Ánanja,v33Házor, Ráma, Gittáim,v34Hádid, Zeboim, Neballat,v35Lód, Óno og Smiðadali.
v36Av Levitunum búðu summar Júdadeildirnar í Benjamin.