|
Nehemia, kapittul 12 Prestar og Levitar v1Og hesir eru teir prestar og Levitar, ið fóru heim við Zerubbábel Sjealtielssyni og Jesjua: Seraja, Jeremja, Ezra,v2Ámarja, Malluk, Hattusj,v3Sjekanja, Hárim, Meremot,v4Iddo, Ginnetoi, Ábia,v5Mijjamin, Máadja, Bilga,v6Sjemaja, Jójarib, Jedaja,v7Sallu, Ámok, Hilkia og Jedaja. Hesir vóru oddamenn prestanna og brøðra teirra á døgum Jesjua.v8Og Levitarnir: Jesjua, Binnui, Kadmiel, Sjerebja, Júda, Mattanja, sum saman við brøðrum sínum skipaðu lovsangin,v9meðan Bakbukja og Unni við brøðrum sínum stóðu yvir teimum við tænastugerðina.v10Og Jesjua gat Jójakim, Jójakim gat Eljasjib, Eljasjib gat Jójada,v11Jójada gat Jóhanan og Jóhanan gat Jaddua.v12Á døgum Jójakims vóru hesir høvuðsmenn fyri prestaættirnar: Meraja fyri Seraja, Hánanja fyri Jeremja,v13Mesjullam fyri Ezra, Jóhanan fyri Ámarja,v14Jónatan fyri Malluk, Jósef fyri Sjebanja,v15Adna fyri Hárim, Helkai fyri Merajot,v16Zekarja fyri Iddo, Mesjullam fyri Ginneton,v17Zikri fyri Ábia, ... fyri Minjamin, Piltai fyri Máadja,v18Sjammu fyri Bilga, Jónatan fyri Sjemaja,v19Mattenai fyri Jójarib, Uzzi fyri Jedaja,v20Kallai fyri Sallu, Eber fyri Ámok,v21Hásjabja fyri Hilkia og Netánel fyri Jedaja.v22Levita-ættarhøvdingarnir á døgum Eljasjibs, Jójada, Jóhanans og Jaddua vóru skrásettir og somuleiðis prestarnir alt fram at ríkisstjórn Dáriusar hins persiska.v23Av eftirkomarum Levi vóru ættarhøvdingarnir skrásettir í árbókina alt fram at døgum Jóhanans Eljasjibssonar.v24Høvuðsmenn Levitanna vóru: Hásjabja, Sjerebja, Jesjua, Binnui, Kadmiel og brøður teirra, sum stóðu yvir av teimum til tess at syngja lovsangin og takkarsangin samsvarandi boði Dávids Guðsmansins, flokkur hjá flokki.v25Mattanja, Bakbukja, Óbadja, Mesjullam, Talmon og Akkub vóru duravørðir og stóðu á varðhaldi við goymslubúrini við liðini.v26Hesir vóru høvuðsmenn á døgum Jójakims Jesjuasonar, Józadakssonar, og á døgum Nehemia landsstjóra og Ezra prests hins skriftlærda. Borgargarðarnir vígdir v27Men tá ið borgargarður Jerúsalems skuldi verða vígdur, tá søktu teir Levitarnar frá øllum bústøðum teirra og komu við teimum til Jerúsalem til at halda vígsluna við gleði og fagnaðarljóðum, við glymskálum, hørpum og søltrum.v28Tá savnaðust sangararnir saman bæði av landinum kring Jerúsalem og úr torpum Netofatita,v29úr Bet-Gilgal og av landinum kring Geba og Azmavet, tí at sangararnir høvdu bygt sær torpar kring Jerúsalem.v30Tá ið prestarnir og Levitarnir høvdu reinsað seg, reinsaðu teir fólkið, liðini og borgargarðin.v31Síðan læt eg høvdingar Júda stíga upp á borgargarðin og skipaði tvinnar fjølmentar skrúðgonguflokkar til at lovsyngja; annar gekk til høgru uppi á borgargarðinum móti Mykjuliðinum;v32honum fylgdi Hósjaja og helmingurin av høvdingum Júda;v33tínæst nakrir av prestunum við lúðrum, Ázarja, Ezra, Mesjullam,v34Júda, Binjamin, Sjemaja og Jeremja;v35somuleiðis Zekarja Jónatansson, Sjemajasonar, Mattanjasonar, Mikasonar, Zakkurssonar, Ásafssonar,v36og brøður hansara Sjemaja, Ázarel, Milalai, Gilalai, Máai, Netánel, Júda, Hánani við ljóðførum Dávids Guðsmansins, og undan teimum gekk Ezra hin skriftlærdi.v37Teir gingu yvir Lindarliðið beint fram niðan trappurnar at Dávidsborgini, har gingið verður upp á borgargarðin omanvert við høll Dávids og síðan eystur at Vatnsliði.v38Hin lovsongsflokkurin, sum eg og hin helmingur fólksins fylgdust við, gekk til vinstru uppi á borgargarðinum yvir Ovntorninum fram at Breiðaborgargarði,v39og framvegis yvir Efraimliðið, Gamlaliðið, Fiskaliðið, Hánaneltorn, Meatornið alt at Seyðaliðinum og tóku støðu við Varðhaldsliðið.v40Síðan tóku báðir lovsongsflokkarnir støðu í húsi Guðs og somuleiðis eg og við mær helmingur oddamannannav41og prestarnir Eljakim, Máaseja, Minjamin, Mika, Eljoenai, Zekarja, Hánanja við lúðrum;v42framvegis Máaseja, Sjemaja, Eleazar, Uzzi, Jóhanan, Malkija, Elam og Ezer. Og sangararnir lótu songin ljóða, meðan Jizraja skipaði.v43Teir ofraðu mikil sláturoffur henda dag og gleddu seg, tí at Guð hevði veitt teimum mikla gleði; eisini konur og børn gleddust, so at gleðirómurin úr Jerúsalem hoyrdist langar leiðir. Greiðslur til presta og Levita v44Henda sama dag vórðu skipaðir tilsjónarmenn yvir teimum herbergum, ið vóru goymslubúr fyri offuravskurðinum, frumgróðrinum og tíggjundini, til tess at greiðslurnar av borgarjørðini, sum prestarnir og Levitarnir eftir lógini skuldu hava, skuldu verða bornar inn hagar; tí at tað var Júdamonnum ein gleði, at prestarnir og Levitarnir gjørdu tænastu.v45Hesir høvdu umsjón við øllum, ið var at gæta viðvíkjandi gudstænastuni og reinsanini; eisini sangararnir og duravørðirnir gjørdu skyldu sína samsvarandi boði Dávids og Sálomons, sonar hans.v46Tí at longu í forðum, á døgum Dávids var Ásaf á odda fyri sangarunum og skipaði lovsongin og takkarsongin Guði til handar.v47Og allir Ísraelsmenn á døgum Zerubbábels og Nehemia lótu av hendi greiðslurnar til sangararnar og duravørðirnar tað, sum hvønn dag var tørvur á; og Levitunum góvu teir halgigávur, og Levitarnir góvu Árons sonum halgigávur. |