|
Nehemia, kapittul 7 Nehemia setir varðmenn við borgarliðini v1Tá ið nú borgargarðurin var fullgjørdur, setti eg hurðarnar í og skipaði duravørðir, sangarar og Levitar.v2Og til at ráða fyri Jerúsalem setti eg Hánani, bróður mín, og Hánanja, virkishøvdinga, tí at hann var hildin at vera fráskila álítandi og gudrøkin maður.v3Og eg legði teimum eina við ikki at opna borgarlið Jerúsalems, fyrr enn sólin var hátt á himni, at duravørðirnir, áður enn teir fóru heim, skuldu seta lokur og stonglar fyri hurðarnar, og at hvør maður í Jerúsalem skuldi standa á varðhaldi uttanfyri við hús sítt. Hinir heim aftur komnu verða taldir (smbr. Ezra 2) v4Borgin var víð um og stór, men fult av fólki í henni, og eingi hús vóru enn upp aftur bygd.v5Guð mín legði mær tá í bróst at stevna saman tignarmonnum og yvirmonnum og fólkinum til tess at skráseta teir í ættartal; tá fann eg ættarskrá teirra, sum fyrstir vóru heim aftur komnir; og har fann eg ritað: v6Hesir eru teir herleiddu av okkara skattlandi, sum komu heim aftur úr útlegdini – teir, sum Nebukadnezar kongur hevði flutt burtur til Bábel og nú snúðust heim aftur í Jerúsalem og Júda, hvør í sína borg,v7teir, sum komu við Zerubbábel, Jesjua, Nehemja, Ázarja, Ráamja, Náhamani, Mordokai, Bilsjan, Misperet, Bigvai, Nehum og Báana. – Hetta er talið á øllum monnum av Ísraels fólki:v8Eftirkomarar Párosjar: Tvey túsund, eitt hundrað og sjeyti og tveir.v9Eftirkomarar Sjefatja: Trý hundrað og sjeyti og tveir.v10Eftirkomarar Ára: Seks hundrað og fimmti og tveir.v11Eftirkomarar Páhat-Móabs, eftirkomarar Jesjua og Jóabs: Tvey túsund, átta hundrað og átjan.v12Eftirkomarar Elams: Eitt túsund, tvey hundrað og fimmti og fýra.v13Eftirkomarar Zattu: Átta hundrað og fjøruti og fimm.v14Eftirkomarar Zakkai: Sjey hundrað og seksti.v15Eftirkomarar Binnui: Seks hundrað og fjøruti og átta.v16Eftirkomarar Bebai: Seks hundrað og tjúgu og átta.v17Eftirkomarar Ázgads: Tvey túsund, trý hundrað og tjúgu og tveir.v18Eftirkomarar Ádónikams: Seks hundrað og seksti og sjey.v19Eftirkomarar Bigvai: Tvey túsund og seksti og sjey.v20Eftirkomarar Ádins: Seks hundrað og fimmti og fimm.v21Eftirkomarar Áters, frá Hizkia: Níti og átta.v22Eftirkomarar Hásjums: Trý hundrað og tjúgu og átta.v23Eftirkomarar Bezai: Trý hundrað og tjúgu og fýra.v24Eftirkomarar Hárifs: Eitt hundrað og tólv.v25Ættaðir úr Gibeon: Níti og fimm.v26Ættaðir úr Betlehem og úr Netofa: Eitt hundrað og áttati og átta.v27Menn úr Ánatot: Eitt hundrað og tjúgu og átta.v28Menn úr Bet-Azmavet: Fjøruti og tveir.v29Menn úr Kirjat-Jearim, Kefira og Beerot: Sjey hundrað og fjøruti og tríggir.v30Menn úr Ráma og Geba: Seks hundrað og tjúgu og ein.v31Menn úr Mikmas: Eitt hundrað og tjúgu og tveir.v32Menn úr Betel og Ai: Eitt hundrað og tjúgu og tríggir.v33Menn úr hinum Nebo: Fimmti og tveir.v34Eftirkomarar hins Elams: Eitt túsund, tvey hundrað og fimmti og fýra.v35Eftirkomarar Hárims: Trý hundrað og tjúgu.v36Ættaðir úr Jeriko: Trý hundrað og fjøruti og fimm.v37Ættaðir úr Lod, Hádid og Óno: Sjey hundrað og tjúgu og ein.v38Ættaðir úr Senáa: Trý túsund, níggju hundrað og tríati. v39Prestarnir: Eftirkomarar Jedaja – av ætt Jesjua: Níggju hundrað og sjeyti og tríggir.v40Eftirkomarar Immers: Eitt túsund og fimmti og tveir.v41Eftirkomarar Pasjhurs: Eitt túsund, tvey hundrað og fjøruti og sjey.v42Eftirkomarar Hárims: Eitt túsund og seytjan. v43Levitarnir: Eftirkomarar Jesjua og Kadmiels, av eftirkomarum Hódavja: Sjeyti og fýra. v44Sangararnir: Eftirkomarar Ásafs: Eitt hundrað og fjøruti og átta. v45Duravørðirnir: Eftirkomarar Sjallums, Áters, Talmons, Akkubs, Hátita og Sjóbai: Eitt hundrað og tríati og átta. v46Tempultrælirnir: Eftirkomarar Ziha, Hásufa, Tabbaots,v47Kerosar, Sia, Pádons.v48Lebana, Hágaba, Salmai,v49Hánans, Giddels, Gáhars,v50Reaja, Rezins, Nekoda,v51Gazzams, Uzza, Pásea,v52Besai, Meunita, Nefusita,v53Bakbuks, Hákufa, Harhurs,v54Bazluts, Mehida, Harsja,v55Barkósar, Sisera, Tema,v56Nezia og Hátifa. v57Eftirkomarar tænara Sálomons: Eftirkomarar Sotai, Soferets, Perida,v58Jáala, Darkons, Giddels,v59Sjefatja, Hattils, Pokeret-Hazzebáims og Ámons.v60Allir tempultrælir og eftirkomarar tænara Sálomons vóru trý hundrað og níti og tveir. v61Hesir vóru teir, ið heim fóru úr Tel-Mela, Tel-Harsja, Kerub-Addon og Immer og ikki kundu greina frá ættum og uppruna sínum, hvørt teir vóru komnir av Ísrael:v62Eftirkomarar Delaja, Tóbija og Nekoda: Seks hundrað og fjøruti og tveir.v63Og av prestunum: Eftirkomarar Hábaja, Hakkozar og Barzillai, sum hevði fingið sær konu av døtrum Barzillai Gileadita og nevndi seg við navni teirra;v64hesir leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; tí vóru teir hildnir óverdugir til at vera prestar;v65og landsstjórin sýtti teimum at eta av hinum háheilaga, til prestur var komin, ið kundi at handfara Urim og Tummim. v66Allur savnaðurin var tilsamans fjøruti og tvey túsund, trý hundrað og seksti;v67umframt trælir og trælkvendi teirra, sum vóru sjey túsund, trý hundrað og tríati og sjey; teir høvdu eisini tvey hundrað og fjøruti og fimm sangarar og sangkonur.v68Hestar teirra vóru sjey hundrað og tríati og seks; múldjórini tvey hundrað og fjøruti og fimm; kamelarnir fýra hundrað og tríati og fimm og asnarnir seks túsund, sjey hundrað og tjúgu. v69Summir av ættarhøvdingunum studdu byggingina við gávum; soleiðis gav landsstjórin í grunnin eitt túsund drakmur av gulli, fimmti offurbollar og tríati prestakápur.v70Og summir av ættarhøvdingunum lótu í byggingargrunnin tjúgu túsund gulldrakmur og tvey túsund og tvey hundrað silvurminur.v71Og tað, sum hitt fólkið gav, var tjúgu túsund gulldrakmur, tvey túsund silvurminur og seksti og sjey prestakápur. v72Prestarnir og Levitarnir og nakað av fólkinum tóku nú upp bústað sín í Jerúsalem og har um leið; og sangararnir og duravørðirnir og alt hitt fólkið búsettust í sínum borgum. |