Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Nehemia, kapittul 8
Ezra lesur lógina upp fyri fólkinum
v1Tá ið sjeyndi mánaður var komin – allir Ísraelsmenn búðu nú í sínum borgum – tá savnaðist alt fólkið saman á torginum fyri framman Vatnliðið; og teir bóðu Ezra hin skriftlærda fara eftir bókini við Móselóg, sum Harrin hevði givið Ísrael.v2Tá kom Ezra prestur við lógini fram fyri savnaðin, bæði kallar og konur og øll, sum skyn høvdu til at taka eftir; hetta var á fyrsta degi hins sjeynda mánaðar;v3og frá morgni alt at hádegi stóð hann har á torginum við Vatnsliðið og las upp úr henni fyri køllum og konum og øllum, ið dugdu á at skyna; og alt fólkið lýddi á lógbókina.v4Og Ezra hin skriftlærdi stóð á høgum træpalli, sum reistur var til hetta; honum til høgru liðar stóðu Mattitja, Sjema, Ánaja, Uria, Hilkia og Máaseja og honum til vinstru liðar Pedaja, Misjael, Malkija, Hásjum, Hasjbaddana, Zekarja og Mesjullam.v5Og Ezra opnaði bókina, meðan alt fólkið sá tað – tí at hann stóð hægri enn øll hini; og tá ið hann læt bókina sundur, stóð alt fólkið upp.v6Síðan lovaði Ezra Harranum, hinum mikla Guði; og alt fólkið svaraði við upprættum ørmum: «Amen, amen!» Og tey lútaðu og fullu til jarðar fram eftir rommum fyri ásjón Harrans.v7Og Levitarnir Jesjua, Báni, Sjerebja, Jámin, Akkub, Sjabbetai, Hódia, Máaseja, Kelita, Ázarja, Józabad, Hánan og Pelaja greindu lógina fyri fólkinum, men fólkið varð standandi kvirt har, sum tað stóð.v8Teir lósu greiniliga upp úr bókini lóg Guðs og greindu hana, so at menn skiltu tað, sum lisið var.
v9Og Nehemia – tað er landsstjórin – og presturin Ezra hin skriftlærdi og Levitarnir, sum lærdu fólkið, søgdu við alt fólkið: «Hesin dagur er halgaður Harranum, Guði tykkara; syrgið ikki og grátið ikki!» Tí at alt fólkið græt, tá ið tey hoyrdu orð lógarinnar.v10Og hann segði við teir: «Farið nú og fáið tykkum feitar krásir at eta og søtt vín at drekka og latið burturav til teirra, sum einki hava, tí at hesin dagur er halgaður Harra várum; verið nú ikki stúrnir, tí at gleðin í Harranum er styrki tykkara!»v11Og Levitarnir royndu at sissa alt fólkið og søgdu: «Verið kvirrir, tí at dagurin er heilagur; stúrið ikki!»v12Tá fór alt fólkið og fekk sær at eta og drekka; og teir góvu burtur av tí, sum teir høvdu, og hildu mikla gleðihátíð, tí at teir skiltu tey orð, sum vóru søgd teimum.
Leyvskálahátíðin hildin
v13Dagin eftir savnaðust ættarhøvdingarnir úr øllum fólkinum og prestarnir og Levitarnir saman hjá Ezra hinum skriftlærda til tess at fáa betri skyn á orðum lógarinnar.v14Tá funnu teir ritað í lógini, sum Harrin hevði givið við Mósesi, at Ísraelsmenn skuldu búgva í leyvskálum á hátíðini í sjeynda mánaðinum,v15og at teir skuldu kunngera og lata boð ganga í øllum borgum sínum og í Jerúsalem sváljóðandi: «Farið niðan í fjøllini eftir greinum av røktaðum oljutrøum og villum oljutrøum, av myrtutrøum og pálmum og tættleyvaðum trøum og gerið leyvskálar, eins og ritað er!»v16Tá fór fólkið út eftir hesum, og hvør maður gjørdi sær leyvskála bæði uppi á hústaki sínum og í forgørðum sínum og í forgørðunum í húsi Guðs og somuleiðis á torginum fyri framman Vatnsliðið og á torginum framman fyri Efraimslið.v17Allur savnaðurin, allir, ið heim aftur vóru komnir úr herleiðingini, gjørdu sær nú leyvskálar og búðu í teimum; hetta høvdu Ísraelsmenn ikki gjørt síðan á døgum Jósva Nunssonar og alt fram at hesum degi; tí varð nú ovurmikil gleði.v18Og tað varð lisið upp úr lógbók Guðs á hvørjum degi frá fyrsta degi alt at síðsta; og teir hildu hátíð í sjey dagar og áttanda dagin hátíðarstevnu eins og fyriskipað var.