|
Esterarbók, kapittul 10 Vald Mordokai v1Áhasverus kongur legði skatt á landið og á tjóðirnar úti við havið.v2Men øll tey verk, sum hann í mátti og veldi sínum útinti, og greinilig frásøgn um ta frábæru tign, ið kongur hevjaði Mordokai til, tað er jú ritað í árbókum Mediu- og Persiukonga.v3Tí at Mordokai Júdei gekk Áhasverusi kongi næstur; og hann var mikil maður í mæti hjá Júdeum og væltoknaður av sínum mongu frændum, fyri at hann hjálpti fólki sínum og talaði øllum kyni sínum til bata. |