Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Esterarbók, kapittul 4
Harmkvartan Júdeanna
v1Tá ið Mordokai frætti, hvat ið gjørt var, skræddi hann klæði síni, klæddist í sekk og øsku og fór út í miðja borgina og eymkaði seg sáran.v2Síðan kom hann at kongsliðinum, men fór ikki inn í tað, tí eingin mátti fara inn í kongsliðið klæddur í sekki.v3Men í øllum skattlondum, hagar sum skipan og lógboð kongs komu, varð mikil harmur Júdeanna millum, føsta, grátur og venan; og mong vóru tey, ið gjørdu sær legur av sekki og øsku.
Ester ræður av at fara inn fyri kong og biðja hann um miskunn
v4Tá ið fylgismoyggjar Esterar og hirðmenn hennara søgdu henni frá hesum, gjørdist drotningin ógvuliga sorgarbundin; hon sendi tá klæði og beyð at lata Mordokai í tey og lata hann úr sorgarbúnanum; men hann vildi ikki taka við teimum.v5Tá kallaði Ester til sín Hátak, ein av hirðmonnum kongs, ið hann hevði sett at tæna henni, og bað hann fara til Mordokai og fáa at vita, hvat ið bagdi, og hví hann bar seg soleiðis at.v6Hátak fór nú út til Mordokai á borgartorgið, ið var frammanvert við kongsliðið.v7Mordokai segði honum alt, ið honum hevði borist á, og nøgdina av tí silvuri, ið Háman hevði lovað at viga upp í fæhirðslur kongs fyri teir Júdear, ið týna skuldu lívið.v8Hann flýddi honum eisini eintak av tí lógarriti, ið givið var út í Súsan um at avoyða teir; tað skuldi hann sýna Esteri, bera henni boð og bjóða henni at fara inn fyri kong og biðja hann sýna miskunn og várkunna tjóð hennara.v9Hátak kom tá og læt Ester vita tað, sum Mordokai hevði sagt;v10men Ester bað Hátak fara og siga við Mordokai:v11«Øllum tænarum kongs og øllum fólkum í skattlondum hansara er tað kunnugt, at hvør maður ella kona, ið óboðin fer inn fyri kong í innara forgarðin, er undir lóg, at hann má láta lív, um ikki kongur rættir út gullsprota sín ímóti honum til tekin um, at hann skal vera á lívi. Men eg havi nú ikki verið boðin inn fyri kong í tríati dagar!»
v12Tá ið Mordokai hoyrdi hesi orð Esterar,v13beyð hann siga við hana: «Hugsa ikki, at tú eina av øllum Júdeum sleppur undan, av tí at tú ert í kongshøllini!v14Nei, um so er, at tú tigur nú, man tó hjálp og bjarging koma Júdeum úr einumhvørjum øðrum staði; men tú og ættarfólk títt munnu farast; men hvør veit, um tað ikki er fyri hesa somu stund, at tú ert komin til drotningartignar?»v15Ester beyð tá siga við Mordokai:v16«Far og savna saman allar Júdear, sum eru í Súsan, og fastið vegna mín og etið og drekkið ikki í tríggjar samfeldar dagar og nætur; eisini eg og fylgismoyggjar mínar skulu fasta á sama hátt. Síðan vil eg fara inn fyri kong, tó at tað er ímóti lógini; men eigi eg at farast, tá lat meg farast!»v17Mordokai fór tá og gjørdi í øllum, so sum Ester hevði boðið honum.