Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jobsbók, kapittul 10
Job spyr, hví hann skal líða. Guði gagnar tað ikki
v1Sál míni býður lív mítt ímót, eg vil tí geva klagu míni fríar ræsur, eg vil tala í sálarmóði mínum.v2Eg vil siga við Guð: Døm meg ikki! Lat meg vita, hví tú stríðist við meg!v3Er tær nakað gagn í, at tú innir vald, at tú havnar tí verki, tínar hendur hava gjørt, men letur ljós skína yvir ráðum teirra gudleysu?v4Eru eygu tíni holdlig? Sært tú eins og maður sær?v5Eru dagar tínir sum mansins dagar, ella eru ár tíni eins og mansævi,v6við tað at tú leitar eftir misgerð míni og sóknast eftir synd míni,v7tó at tú veitst, at eg eri ikki sekur, men úr tíni hond er eingin, ið bjargar?
Um Guð hevur skapað Job bara til líðingar, vildi hann ikki verið borin í heim
v8Hendur tínar hava skapað meg og myndað meg, allan sum eg eri, og nú ætlar tú at týna meg!v9Minst tó til, at tú myndaði meg sum leir, og nú vilt tú gera meg aftur til mold!v10Lætst tú meg ikki hella út sum mjólk og lætst meg storkna eins og ost?v11Tú klæddi meg í húð og hold og flættaði meg saman við beinum og sinum.v12Lív og lívsmegi gavst tú mær, og umsjón tín varðveitti andadrátt mín.v13Og so fjaldi tú tó hetta í hjarta tínum – eg veit, at tú hevði tað í hyggju –:v14Um eg syndaði, tá gavst tú mær gætur og fyrigavst mær ikki misgerð mína.v15Um eg var sekur, tá vei mær! Og var eg rættvísur, tá skuldi eg tó ikki bera høvur mítt hátt, men verða mettur av skemd og settur av eymd.v16Var eg andbráður, tá elti tú meg sum ljónið og fórt aftur undarliga við mær.v17Tú førdi fram nýggj vitni móti mær, økti vreiði tína móti mær og sendi móti mær her eftir her!v18Hví dróst tú meg tá úr móðurlívi? Eg átti at hava andast, áðrenn nakað eyga sá meg;v19eg átti at verið, eins og eg aldri hevði verið til, verið borin til gravar frá móðurlívi.
Nú má Guð lætta Job, áður enn hann doyr
v20Eru ikki lívsdagar mínir fáir? Slepp mær tí, at eg kann gleðast eitt sindur,v21áðrenn eg fari burtur – og komi aldri aftur – í land myrkurs og niðu,v22land bølamyrkurs sum um miðja nátt, niðu og skipanarloysis, har sum ljósið sjálvt er sum svarta nátt.»