Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jobsbók, kapittul 11
Zofar sigur, at Job er orðabrasksmaður
v1Tá tók Zofar Náamatiti til orða og mælti:v2«Skal gabbarin ikki fáa svar, skal orðabrasksmaðurin hava rætt?v3Skulu menn tiga til orðageip títt? Skalt tú spotta og eingin gera teg til skammar?
Eingin finnur botn í Guðs vísdómi
v4Tú sigur: «Sakleys er atferð mín, og eg eri reinur í eygum hans!»v5Men vildi Guð bert tala, lata upp varrar sínar móti tær,v6kunngera tær loyndardómar vísdómsins, tí at margfaldur er hann í síni grund; tá mundi tú fáa at vita, at Guð hevur gloymt tær nakað av tíni skuld!v7Hevur tú funnið til botns í Guði ella ert komin til ytstu mark hins alvalda?v8Hægri er hann enn himinin – hvat kanst tú? Djúpari enn helheimurin – hvat veitst tú?v9Hann er longri enn jørðin í vídd og breiðari enn havið.v10Um hann stígur fram og fongslar, stevnir til dóms, hvør steðgar honum?v11Tí hann kennir lygimenninar, órætt sær hann og gevur honum far,v12so at høvurtómur maður verður vitur, og villasnafylið verður endurføtt sum menniskja.
Um Job vendir við, verður alt gott
v13Um tú vilt búgva hjarta títt til og breiða út hendur tínar móti honum,v14um órættur er fjart frá tíni hond, og misgerð ei heldur til í tjaldi tínum,v15ja, tá kanst tú lýtaleysur lyfta ásjón tíni, standa fastur og ikki tørva at óttast;v16ja, tá skalt tú gloyma møði tína, minnast hana bert sum vatn, ið runnið er burtur;v17lív títt skal renna upp bjartari enn middagssólin, myrkrið skal verða sum dagsbrún.v18Tryggur skalt tú vera, tí at nú er vón, tú lítur teg um og legst óttaleysur til hvíldar;v19tú liggur, og eingin órógvar teg, og mangir vilja fegnir vinna yndi títt.v20Men eygu teirra gudleysu kámast; øll skjól teirra eru farin, einasta vón teirra er at geva upp andan.»