Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jobsbók, kapittul 12
Job svarar: Vísdómur vinanna er einki verdur
v1Tá svaraði Job og segði:v2«Jú, sanniliga, tit eru rættu menninir, við tykkum man vísdómurin doyggja út!v3Eisini eg havi vit eins og tit, eg standi ikki til afturs fyri tykkum, og hvør er hann, ið ikki veit slíkt?
Tey sakleysu hava tað ringt, valdsmenn hava tað gott
v4Til láturs fyri vin sín verður tann, ið kallaði á Guð og fekk svar, til láturs er rættvísur maður.v5Sakleysir í ólukku falla, hin tryggi vanvirðir vandan, hans fótur stendur fast, so leingi tað er freist.v6Valdsmanna tjøld standa í friði, tryggir eru teir, sum eggja Guð til vreiði, tann, ið ber gud sín í hendi sær.
Víst er Guðs almáttur eyðskildur
v7Spyr tú neytini, tey skulu læra teg, himmalsins fuglar, teir skulu greina tær,v8ella tala til jørðina, hon skal læra teg, og havsins fiskar, teir skulu siga tær tað!v9Hvør av teimum øllum veit ikki tað, at hond Harrans hevur hetta skapað,v10hann, sum hevur sálina í øllum livandi í síni hond og andan í hvørjum manslikami!
Job vil ikki taka eftir tí, sum onnur siga um Guðs veldi og vísdóm; hann kann skyna sjálvur
v11Roynir ikki oyrað orðið, eins og gómurin smakkar matin?v12Er aldurdómur tað sama sum vísdómur, langir lívsdagar tað sama sum skyn?v13Hjá honum eru vísdómur og veldi, hjá honum eru ráð og skyn.
Job sær, at Guð ger, sum hann vil
v14Tá ið hann rívur niður, verður ikki upp aftur bygt; tá ið hann setir mann fastan, verður ikki upplatið.v15Tá ið hann byrgir fyri vøtnunum, torna tey upp; tá ið hann loypur teimum, grópa tey jørðina upp.v16Hjá honum er máttur og vitska; hans verk er bæði tann, ið villist, og tann, ið villir.v17Hann førir ráðharrar burtur naknar, og dómarar ger hann til dárar.v18Hann loysir konganna fjøtur og bindur reip um teirra egnu lendar.v19Hann førir prestar burtur naknar og oyðir út eldgamlar ættir.v20Hann tekur málið frá orðkringum monnum og vitið frá teimum gomlu.v21Hann oysir út háð yvir høvdingar og loysir upp beltið hjá teimum sterku.v22Hann leiðir hitt hulda fram úr myrkrinum og dregur niðuna fram í ljósið.v23Hann økir fólkini og oyðir tey, breiðir út fólkasløg og leiðir tey aftur burtur.v24Hann tekur vitið frá heimsins høvdingum og letur teir villast á vegleysum oyðum.v25Teir trilva í myrkri uttan ljós og vingla eins og druknir.