|
Jobsbók, kapittul 13 Framhald av svari Jobs: Vinirnir verja Guð við lygn. Guð skal revsa teir v1Sí, alt hetta hevur eyga mítt sæð og oyra mítt hoyrt og givið tí far.v2Tað, sum tit vita, tað veit eg við, eg standi ikki til afturs fyri tykkum.v3Men við hin alvalda vil eg tala, havi hug at taka upp trætumál við Guð,v4meðan tit tvinna saman lygnir, ódugnalæknar sum tit eru allir samlir!v5Gævi, at tit kundu steintagt, so kundu tit verið hildnir at vera vísir!v6Hoyrið klagumál mítt og lýðið á ásakanir varra mína!v7Vilja tit verja Guð við lygn og veita honum vørn við sviki?v8Vilja tit gera mismun við honum ella bera í bøtuflaka fyri Guð?v9Gongst tykkum væl, tá ið hann rannsakar tykkum, kunnu tit svíkja hann, sum tey svíkja mann?v10Nei, harðliga skal hann revsa tykkum, um tit gera mismun í loyndum.v11Hátign hans skal ræða tykkum og ræðsla fyri honum falla á tykkum.v12Merkisorð tykkara eru orðtøk av øsku, skildir tykkara skildir av leiri. Job fúsur til at hava sakarmál við Guð, men fyrst má Guð loysa hann úr pínslum v13Tegið og latið meg fáa frið, at eg kann tala, so standist mær hvat av, ið má!v14Eg vil bera hold mítt í tonnunum og leggja sál mína í lógva mín.v15Sí, hann vil meg drepa, eg bíði honum, tó skal eg verja atferð mína fyri andliti hans.v16Eisini tað skal vera mær til hjálpar, tí at eingin vanheilagur kemur fram fyri andlit hans.v17Gevið nú orði mínum ljóð, latið meg tala, so tit hoyra!v18Sí, eg havi fyribúgvið rættarmálið, eg veit, at eg skal fáa rætt!v19Hvør er hann, ið torir at træta við meg? Tá skuldi eg tagt og givið upp andan.v20Men tveir lutir mást tú ikki gera við meg, tá skal eg ikki fjala meg burtur fyri andliti tínum:v21Hond tína mást tú taka burtur frá mær, og ræðslur tínar mega ikki ræða meg! Job skilir ikki, hví Guð revsar hann so harðliga v22Kalla so, og eg skal svara, ella eg skal tala, og tú skalt svara!v23Hvussu stór er tá søk mín og synd? Lat meg vita misgerð mína og synd!v24Hví fjalir tú andlit títt og heldur meg vera fígginda tín?v25Vilt tú styggja burtur fokið blað og renna eftir følnaðum strái,v26tá ið tú skrivar mær so beiska sekt og letur meg arva syndir ungdóms míns,v27leggur føtur mínar í stokkin, gáar um allar vegir mínar, avmarkar fótafet míni?v28Og so er hann tó líkur fúnaðum viði, líkur møletnum plaggi. |