Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jobsbók, kapittul 14
Framhald av svari Jobs: Hví er ein stutt mansævi mett av órógv
v1Maðurin, føddur av konu, hans ævi er stutt, hann mettast av órógv;v2hann sprettur eins og blóma og følnar, fer burtur eins og skuggi og stendur ikki við.v3Og yvir slíkum heldur tú eygum tínum opnum og dregur hann fyri dóm hjá tær!v4Ja, kundi reinur komið av óreinum! Nei, ikki ein!v5Tá ið dagar hans eru ásettir, mánaða tal hans skilað til hjá tær, og tú hevur sett honum mark, sum hann ikki sleppur um,v6so hygg tú av honum, lat hann fáa frið, so at hann má gleðast um dag sín eins og bønarmaður!
Træ, ið verður høgt, sprettur aftur, men maður missir alt í deyða
v7Tí at fyri træinum er vón: Verður tað høgt, sprettur tað aftur, ikki tróta tí nýggir angar;v8um so rótin eldist í jørðini, og stovnurin doyr í moldini,v9fær tað tev av vatni, so sprettur tað av nýggjum, og á tað koma greinar eins og á gróðurkvisti.v10Men doyr maðurin, tá liggur hann flatur, og andast menniskjan, – hvar er hon tá?v11Eins og tað rennur úr einum vatni, og áin minkar og tornar upp,v12soleiðis legst maðurin og reisist ikki aftur, til himnarnir farast, vaknar hann ikki, aldri hann verður vaktur úr svøvni sínum.
Átti Job bert vón um at livna eftir deyðan, vildi hann tolin líða
v13Á gævi tú goymdi meg í helheimi, fjaldi meg, til vreiði tín er av, gavst mær eina freist og síðan mintist til mín!v14Um maður doyði fyri aftur at livna, tá bíðaði eg í treysti allar stríðsdagar mínar, til loysunartíð mín kom.v15Tú skuldi kalla, – og eg skuldi tær svara – tær skuldi leingjast eftir verki handa tína.v16Harímót telur tú nú hvørt fótaspor mítt og fyrigevur ikki synd mína.v17Misbrot míni liggja innsiglað í pokanum, yvir søk míni hevur tú latið aftur.
Men vón er eingin
v18Nei, eins og bergið molnar og rapar, og kletturin verður fluttur av grundini,v19eins og vatnið holar steinar, og gloppregnið skolar burt mold, soleiðis hevur tú gjørt mansins vón til einkis.v20Tú slært hann til jarðar med alla, hann fer burtur; tú skemmir hans ásjón og rekur hann burtur.v21Koma børn hansara til heiðurs, hann veit tað ikki, verða tey vanvird, hann verður tess ikki varur;v22bert hans egna likam kennir líðing hans, bert hans egna sál kennir sorg hans.»