|
Jobsbók, kapittul 15 Elifaz talar á øðrum sinni: Orð Jobs eru skilaleys og hugmóðig; eingin er rættvísur v1Tá tók Elifaz Temaniti til orða og segði:v2«Man vísmaður svara við vindkendum viti og fylla barm sín við eystanstormiv3fyri at verja seg við røðum, ið einki gagna, við orðum, ið einki duga?v4Tess uttan rívur tú gudsóttan niður og brýtur tað fyrilit, sum sømir fyri Guði.v5Tí at synd tín leggur tær orð í munn, tú talar eins og svikafullir tala.v6Muður tín dømir teg, ikki eg, varrar tínar vitna móti tær!v7Vart tú fyrstur av monnum, ið varð føddur. Vart tú borin í heim, áðrenn heyggjarnir vóru til?v8Hevur tú lurtað eftir, tá ið Guð hevði ráðagerð, og hevur tú rænt vísdóm til tín?v9Hvat veitst tú, sum vit ikki vita, hvat skilir tú, sum vit ikki kenna?v10Eisini oldingur, eisini gráhærdur maður er okkara millum, sum hevur fleiri dagar á baki enn faðir tín.v11Er troyst frá Guði tær ov lítil, tað orðið, hann hóvliga talaði til tín?v12Hví letur tú hug tín eggja teg, hví rennir tú eygu tíni so illa?v13Tí at tú vendir vreiði tíni mót Guði og letur slík orð fara út úr munni tínum.v14Hvat er menniskjan, at hon kann vera rein, og kvennaføddur hava rætt?v15Sí, á sínar heilagu lítur hann ikki, og í eygum hans er ikki himmalin reinur.v16Hvat tá hin andstyggiligi, hin vándi, – maðurin, ið drekkur órætt eins og vatn! Gudleysir sleppa ikki undan revsing v17Eg skal teg læra, hoyr tú meg, og tað, sum eg havi sæð, frá tí skal eg siga,v18tað, sum vísmenn hava kunngjørt og fedrar teirra ikki hava dult,v19teimum eina var landið givið, og eingin fremmandur ferðaðist teirra millum:v20Allar dagar sínar livir hin gudleysi í ótta, øll tey ár, ið eru valdsmanninum goymd.v21Ræðslurøddir ljóða í oyrum hans, í friðartíðum er oyðarin eftir honum.v22Hann trýr ikki, at hann kemst undan myrkrinum, og hann er lagdur niðurfyri undir svørðið.v23Hann er ætlaður gammum til føði, hann veit, at hann er komin til fals.v24Myrkursins dagur skal ræða hann, trongd og angist skulu ganga á hann eins og kongur, sum búgvin er til stríð.v25Tí at hond sína rætti hann út móti Guði og reistist stívur móti hinum alvalda,v26hann rann móti honum, nakkafattur, við sínum tjúkku, bungutu skjøldum.v27Tí at hann huldi andlit sítt við fiti og legði hold um lendar sínar,v28settist niður í bygdum, sum oyddar lógu, í húsum, sum eingin mátti búgva í, ætlað at liggja avtoftað.v29Hann verður ikki ríkur, og ognir hans vara ikki við, og kornøks hans bogna ikki til jarðar.v30Hann kemst ikki undan myrkrinum, sólarhitin svíður greinar hans av, og blóma hans ferst av vindi.v31Hann líti ikki á fáfongd – hann verður svikin –; tí at fáfongd verður løn hans!v32Í ótíð følnar bulur hans, og pálmagrein hans skal ikki grønkast;v33hann ristir av sær berini eins og vínviðurin, og kastar av sær blómurnar eins og oljutræið.v34Tí at syndara samfelag er ófruktbart, og eldur oyðir muturstjøld;v35teir ganga kvidnir við møði, føða órætt, og móðurlív teirra elur svik!» |