|
Jobsbók, kapittul 16 Job svarar: Møðiligir uggarar eru vinirnir v1Tá svaraði Job og segði:v2«Eg havi hoyrt nóg mikið av slíkum, møðiligir uggarar eru tit allir samlir!v3Helmar orðavindurin ongantíð í? Hvat hevur fingið teg til at svara?v4Eg kundi talað eins og tit, um tit vóru í mínum staði, snúgvað orðum mínum móti tykkum og rist við høvdinum at tykkum,v5styrkt tykkum við munni mínum og ikki spart eymkandi orðum.v6Um eg tali, tá linnar ikki kvøl mín, og um eg tigi, hvønn lætta fái eg tá? Guð letur Job líða uttan orsøk v7Tó, nú hevur hann møtt meg út, – alt húski mítt hevur tú oytt –v8hevur nívt meg, og tað er vitni móti mær; sjúkdómur mín vitnar móti mær.v9Vreiði hans slítur meg sundur og eltir meg, hann bítur á kampi móti mær, fíggindarnir hvessa eyguni at mær.v10Teir tamba upp gapið móti mær, geva mær skemdarhøgg á kinn og tyrpast í flokk uttan um meg.v11Guð gav meg upp til misgerðarmenn, kastaði meg í hendur á gudleysum.v12Eg livdi í friði, tá breyt hann meg sundur, hann tók meg í nakkan og sorlaði meg; hann setti meg upp sum eitt skotmál,v13ørvar hans um meg fljúgva, uttan at eira sker hann nýru míni sundur og tømir út gall mítt til jarðar.v14Skarð eftir skarð brýtur hann í meg, eins og hermaður herjar hann á meg.v15Sekk havi eg seymað um húð mína og borað horn míni niður í moldina.v16Andlit mítt er trútið av gráti, myrkur liggur yvir eygnalokum mínum,v17tó at tað ikki er órættur í míni hond, og bøn mín er rein! Men Guð er kortini einasti verji hans; hann biður hann døma nú v18Jørð, fjal tú ikki blóð mítt, og klaga mín fái einki íhald!v19Longu nú er vitni mítt á himnum, og verji mín í hægstu hæddum.v20Gævi, at vinur mín var at hitta! Grátandi lítur eyga mítt til Guðs,v21at hann dømir millum menniskju og Guðs, millum mannin og vin hans;v22tí at hini tøldu árini líða, og eg skal fara ta leið, sum eg ikki komi aftur. |