|
Jobsbók, kapittul 17 Framhald av svari Jobs: Guð má hjálpa, tí við deyðanum er øll vón burtur v1Andi mín er farin, lív mítt sloknað, gravir bíða mín.v2Vissuliga, spottarar eru rundan um meg, og harmiligt er tað, sum eyga mítt má skoða.v3Set veð fyri meg hjá tær! Hvør skal annars taka í hond mína?v4Tí at tú stongdi hjørtu teirra fyri viti, tessvegna vilt tú ikki hevja teir upp.v5Tann, sum svikaliga letur vinir sínar til ræningar, á sonum hans skulu eyguni slokna.v6Tú hevur gjørt meg til orðtak millum manna, jartekin eg eri vorðin fyri teim;v7eyga mítt er dapurt av harmi, sum skuggi eru allir mínir limir.v8Rættvísir øtast við slíkt, og hin sakleysi ilskast um hin vánda;v9men hin rættvísi gongur sína leið, og tann, ið reinar hevur hendur, styrknar enn meira.v10Men tit, – komið tit bert allir higar aftur, ongan finni eg vísmann tykkara millum.v11Dagar mínir líða at deyða, hjartans ætlanir mínar eru brostnar;v12náttina geri eg til dag, ljósið fyri framman meg er myrkur;v13tá ið eg vóni, fái eg tó hús mítt í helheimi, í myrkrinum reiði eg legu mína.v14Tá ið eg kalli grøvina «faðir mín», og maðkarnar «móður mína og systur»,v15hvar er tá vón mín, og hvør kann tá eygna lukku mína?v16Munnu tær vilja fylgja mær oman í helheim, skulu saman vit fara til moldar?» |