|
Jobsbók, kapittul 18 Onnur tala Bildads: Job heldur ov lítið um vinirnar og ov nógv um sjálvan seg v1Tá tók Bildad Sjúhiti til orða og segði:v2«Halt tó uppat við orðum tínum, sissast, og lat okkum tala!v3Hví skulu vit verða roknaðir fyri neyt, sum ómælandi í eygum tínum?v4Tú, sum slítur sál tína sundur í vreiði tíni, – skal fyri tína skuld jørðin gerast oyðin og fjallið flytast úr sínum staði? Lagna teirra gudleysu v5Nei, ljós hins gudleysa sloknar, og eldslogi hans lýsir ikki;v6ljósið myrknar í tjaldi hans, lampan sloknar uppi yvir honum;v7tey treystu stig hans styttast, hans egnu ráð fáa hann at falla;v8fótur hans verður dreivaður í netið, hann gongur seg fastan í garnið;v9fellan tekur um hælin á honum, lykkjan rubbast saman um hann;v10snerran er fjøld fyri hann á jørðini, fjøtur eru fyri honum á veginum;v11ræðslur ræða hann runt íkring og styggja hann fyri hvørt stig;v12ógævuni sveingist eftir honum, undirgangur bíðar eftir falli hans;v13hann skal eta limirnar á likami hans, ja, deyðans frumburður skal eta limir hans;v14hann verður burturryktur úr tjaldi sínum, sum var hans treyst, og hann skal verða beindur til ræðslukongin;v15í tjaldi hans heldur undirgangur til, svávul verður stroyddur yvir bústað hans;v16í neðra torna røtur hans, í erva følna greinar hans;v17minnið um hann hvørvur av jørðini, navn hans er ikki nevnt úti á gøtum,v18tey koyra hann úr ljósinum út í myrkrið og reka hann burtur av jarðarríki;v19hvørki børn ella ætt hevur hann í fólki sínum, í heimbýli hans er eingin undansloppin.v20Vestanmenn eru ovfarnir av forlagadegi hans, og eystanmenn øtast.v21Ja, soleiðis gongst bústaði hins vánda, heimi hans, ið ikki kennir Guð.» |