Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jobsbók, kapittul 21
Job svarar: Hvussu greiða vinirnir tað, at gudleysum ofta gongst væl allar ævidagar sínar?
v1Tá svaraði Job og segði:v2«Gevið væl orðum mínum ljóð og latið tað vera ugganina frá tykkum!v3Unnið mær tað, at eg fái talað, síðan kunnu tit so háða!v4Klagi eg um menniskjur? Ella hví skuldi eg ikki vera ótolin?v5Lítið til mín og ógvist við, og leggið hond á munn!v6Tá ið eg hugsi um tað, má eg øtast, og skjálvti fer mær um kroppin.v7Hví sleppa gudleysir at liva, verða gamlir, ja, mennast?v8Ætt sína hava teir verandi hjá sær, avkom sítt fyri eygunum á sær;v9hús teirra standa í friði og uttan ótta, Guðs koyril kemur ikki niður á teir;v10tarvur teirra springur, og tað miseydnast ikki, kúgv teirra kálvar og verður ikki kálvskotin;v11teir sleppa dreingjum sínum út sum seyðafylgi, børn teirra hoppa og leika;v12teir syngja til bumbu og sitara, og gleðast við ljóðið av floytu;v13teir liva dagar sínar í lukku og fara í friði niður til heljar,v14tó at teir søgdu við Guð: «Far tú frá okkum, at kenna vegir tínar hugnar okkum ikki!v15Hvat er hin alvaldi, at vit skulu tæna honum? Hvat gagn er okkum í at heita á hann?»v16Er ikki lukka teirra í teirra egnu hond, og ráð teirra gudleysu langt burtur frá honum?v17Nær sloknar lampan hjá gudleysum? Nær kemur ógævan yvir teir? Nær skiftir hann sundur lut teirra í vreiði síni,v18so at teir verða sum strá fyri vindi, sum dumba, ið fýkur burtur í stormi?v19Goymir Guð børnum hansara ógævu hansara? Lat hann endurgjalda honum sjálvum, so hann fær tað at kenna;v20lat hann sjálvan fáa sítt óhapp at síggja og vreiði hins alvalda at drekka!v21Tí at hvat leggur hann í hús sítt eftir seg, tá ið mánaða tal hans er fylt?v22Kann nakar læra Guð vitsku, hann, sum dømir hinar hægstu verur?v23Ein doyr í hægstu vælferð, fullkomiliga tryggur og sorgleysur;v24biði hans eru full av mjólk, og í beinunum er digagóður mergur.v25Annar doyr við beiskari sál og hevur ongantíð notið nakra lukku.v26Teir leggjast báðir í moldina, og maðkarnir hylja teir báðar.v27Sí, eg veit væl hugsanir tykkara og svikaráð tykkara móti mær,v28tá ið tit siga: «Hvar er stórmanshúsið, og hvar er tjaldið, sum hinir gudleysu búgva í?»v29Hava tit ongantíð spurt ferðafólk, og frásagnir teirra munnu tit ikki avsanna:v30Á skaðadegi verður hin vándi spardur, á vreiðidegi verður hann bjargaður.v31Hvør setir at honum fyri atferð hans, hvør lønir honum aftur tað, ið hann ger?v32Til gravar verður hann borin, við gravarheyggj hans vakt verður hildin;v33søtan svevur hann undir torvu í dali, og eftir hann fylgja allir menn, eins og óteljandi eru farnir undan honum.v34Hvør tóm er uggan tykkara! Og svar tykkara – eina svikið er eftir!»