|
Jobsbók, kapittul 22 Triðja tala Elifazar: Vándskapur Jobs er mikil v1Tá tók Elifaz Temaniti til orða og segði:v2«Er maðurin Guði at gagni? Nei, vitur maður gagnar sær sjálvum.v3Er tað hinum alvalda nakar hugnaður, at tú ert rættvísur, ella nakar vinningur, at tú fert rættiliga at?v4Er tað gudsótta tín, hann revsar, og fyri hann, at hann fer við tær fyri dóm?v5Er ikki vándskapur tín mikil og misgerðir tínar uttan enda? Hann hevur verið hjartaleysur móti neyðstøddum v6Tí at uttan orsøk pantaði tú brøður tínar og lætst tey úr, ið vóru illa klædd;v7ikki gavst tú hinum móða vatn at drekka, og hinum svanga sýtti tú breyð.v8Hin máttmikli – hann átti landið, hin háttvirdi búði í tí.v9Einkjur koyrdi tú tómhentar burtur, og armarnar á faðirleysum breytst tú.v10Fyri tað eru snerrur uttan um teg, og hevur ræðsla brádliga tikið teg.v11Ljós títt gjørdist myrkur, tú kanst ikki síggja, og vatnflóðir skola yvir teg! Ikki mætari enn gudloysingar í forðum, sum Guð revsaði v12Er Guð ikki í hægsta himni? Hygg at ovastu stjørnum, hvussu høgt tær standa!v13Og tú sigur: «Hvat veit Guð? kann hann døma aftan fyri skýsortan?v14Tí at skýggini myrkja fyri honum, so at hann sær ikki, og á himnahválvinum hann gongur!»v15Vilt tú halda fortíðar leið, sum illgerðarmenn hava gingið,v16teir, sum í úrtíð vórðu ryktir burt, og grundvøllur teirra skolaðist burtur sum streymur,v17sum søgdu við Guð: «Far tú frá okkum! Hvat kann hin alvaldi gera okkum?»v18Og tó fylti hann hús teirra við signing, ráð teirra gudleysu eru langt burtur frá honum.v19Rættvísir sóu tað og gleddust, hin sakleysi spottaði teir.v20Vissuliga fórust fíggindar okkara, og tað, ið eftir var av teimum, át eldurin. Men vendir Job við, hjálpir Harrin v21Verð vinur við hann og bind frið, við tað skal lukka verða tær fyri.v22Tak við læru av munni hans og legg orð hans tær í hjarta!v23Vendir tú tær til hin alvalda og eyðmýkir teg sjálvan, rekur tú órættin burtur frá tjaldi tínum.v24Kastar tú gullið í dustið, Ofirgullið millum steinarnar í ánni,v25tá skal hin alvaldi verða gull títt og hitt skærasta silvur hjá tær.v26Ja, tá skalt tú frøast um hin alvalda og lyfta ásjón tíni til Guðs.v27Biður tú til hansara, bønhoyrir hann teg, og tú kanst halda tað, tú hevur lovað;v28ætlar tú nakað, skal tað eydnast tær, og ljós skal skína á vegum tínum.v29Tí at hástór og hugmóðig eyðmýkir hann, men hjálpir tí, ið hyggur niður.v30Hann bjargar sakleysum manni, og tað við reinleika handa sína.» |