|
Jobsbók, kapittul 23 Job svarar: Kundi hann bert lagt málið fram fyri Guð sjálvan, mundi hann fingið rætt, men nú er eingin vón v1Tá svaraði Job og segði:v2«Eisini í dag er beiskleiki í klagu míni, eg stynji tungan undir hond hans!v3Gævi, at eg visti, hvussu eg kundi finna hann, hvussu eg kundi koma at hásæti hans!v4Tá skuldi eg lagt málið fram fyri hann og fylt munn mín við prógvum.v5Eg skuldi fingið at vita, hvat hann svaraði mær, og gáað eftir, hvat hann segði við meg!v6Mundi hann staðið mær ímót við sínum mikla mátti? Nei, vissuliga mundi hann lýtt á meg;v7tá hevði sakleysur maður havt sak við hann, og med alla hevði eg bjargað rætti mínum.v8Men fari eg eystur, tá er hann ikki har, og vestur, verði eg ikki varur við hann;v9eg leiti í norðri og tekki hann ikki, eg vendi í suður og hómi hann ikki.v10Tí at hann veit vegin, eg fari; um hann royndi meg, eg skuldi roynst sum gull.v11Fótur mín hevur hildið sær í sporum hans, vegi hans fylgt eg havi og ikki vikið frá,v12frá boði av vørrum hans eg ikki havi vikið, orð av munni hans eg varðveitt havi í mínum brósti.v13Men hann hevur valt, – hvør forðar honum? Tað, ið hann hevur hug til, ger hann.v14Tí at hann fremur tað, ið hann hevur ætlað, og av slíkum hevur hann nógv í verki.v15Tí ræðist eg ásjón hans, mær øgist við at hugsa um hann.v16Ja, Guð hevur brotið hug mín niður, hin alvaldi hevur loypt skelk á meg;v17tí at eg gangi undir í myrkri, andlit mítt er fjalt av bølaniðu. |