Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jobsbók, kapittul 24
Framhald av svari Jobs: Hví letur Guð ofta órætt verða órevsaðan
v1Hví hevur ikki hin alvaldi revsingartíðir niðurfyri? Hví fáa tey, ið kenna hann, ikki dagar hans at skoða?v2Illmenni flyta markaskil, ræna fenað og goyma hann á beiti;v3asna faðirloysingans fara teir við og taka oksa einkjunnar í veð;v4teir skúgva fátæk av vegnum; øll neyðstødd í landinum noyðast at krógva seg.
Mongum er lívið bert stríð og strev
v5Ja, sum villasnar í oyðimørkum fara tey út at starva og leita eftir føðslu; í reynum finna børnini sær villibráð til matna.v6Um nætur tey leita á markini eins og djór eftir føðslu, eftirtína vínber í gørðum hjá hinum ríka;v7nakin liggja tey á nátt við ongum klæðum og ongum áklæði móti kulda;v8vát av skúrum oman úr fjøllum halla tey sær inn at klettinum, tí at tey onga lívd finna;v9faðirloysingar verða rivnir frá móðurbrósti, og neyðstødd tikin í veð;v10nakin ganga tey – uttan klæði, svong bera tey bundi saman;v11innanveggja reinsa teir olju, troða vínfargið – og tysta;v12úr borg og húsum verða teir riknir, og sáran rópa børnini um hjálp, men Guð gevur hesum ranglæti ikki gætur.
Fíggindar ljósins liva eftir vild
v13Aðrir eru vorðnir fíggindar ljósins; teir kenna ikki vegir ljósins og halda seg ikki á leiðum tess.v14Fyri lýsing fer drápsmaðurin upp og drepur eym og fátæk; um nætur reikar tjóvurin um.v15Horkallurin bíðar eftir skýming; hann hugsar: «Einki eyga sær meg,» og dregur slør fyri andlitið.v16Í myrkrinum bróta teir inn í hús, men um dagin loka teir seg inni, tí at ljósinum vilja teir ikki vita av.v17Teimum øllum er bølamyrkrið morgun; teir eru kunnigir við myrkursins ræðslur.
Illa fer ónt stórmenni
v18Skjótt berst hann burtur við streyminum, bølbiðin er arvalutur hans í landinum, í víngarðin kemur hann ikki meira.v19Eins og krapi hvørvur fyri turki og hita, svá gloypir helheimur teimum, ið synda.v20Móðurlívið gloymir hann, og maðkarnir metta seg av honum; eingin minnist hann longur; eins og træið fer ranglætið sundur.v21Hann fór illa við hini barnleysu, sum ikki føddi, einkjuni dugnaði hann ikki hond;v22í mátti sínum týndi hann vesælar. Hann fer upp, men veit sær eingi livandi ráð;v23hann ferst uttan vón og stuðul, eymd hevur hann altíð fyri eyga;v24stokkutur er stórleiki hans, brátt er hann burtur, má lúta eins og alt, ið doyr, verða avslitin eins og aksalutur.v25Er ikki svá? Hvør kann siga, at eg ljúgvi, og gera míni orð til einkis?»