|
Jobsbók, kapittul 25 Triðja tala Bildads: Móti Guði hevur eingin rætt v1Tá tók Bildad Sjúhiti til orða og segði:v2«Hjá honum er veldi og ræðsla; hann skapar frið í sínum høga bústaði.v3Fæst tal á herflokkum hans? Yvir hvørjum rennur ikki ljós hans upp?v4Hvussu kann maðurin vera rættvísur fyri Guði, og tann vera reinur, ið føddur er av konu?v5Sí, í eygum hans er mánin ikki bjartur og stjørnurnar ikki reinar!v6Hvat tá maðurin, tann maðkurin, og mansbarnið, tað skriðkyktið!» |