|
Jobsbók, kapittul 26 Svar Jobs: Bildad hevur ditt sær til at hjálpa Guði v1Tá svaraði Job og segði:v2«Hvat hevur tú hjálpt hinum máttleysa, styrkt hin maktaða arm,v3lagt hinum óvitra ráð og givið honum mikla speki!v4Hvør mundi hjálpa tær orðum at mæla? Hvørs andi var tað, ið talaði út úr tær? Hóast veldi Guðs og vísdómur eru uttan mark v5Deydningarnir skelva av ótta og alt, sum undir vøtnunum hølast;v6opin liggur helheimur fyri honum og undirdýpini ber.v7Hann tenur norðurhválvið út yvir oyðuna og letur jørðina sveima í tómum heimi.v8Vatnið hann byrgir í skýggjum sínum, tó brestur ikki skýloftið undir tí.v9Hann fjalir hásæti sítt fyri eygum okkara og breiðir yvir tað skýggj síni.v10Kring havið setir hann mark, har myrkrið og ljósið møtast.v11Stólpar himinsins skelva, teir ræðast fyri hóttum hans.v12Í mátti sínum øsir hann havið upp, við hyggju síni morlar hann havdrekan.v13Fyri andablástri hans varð himinin heiður, hond hans legði ígjøgnum hin flýggjandi dreka.v14Sí, hetta er einans hómvegur eftir hann, hvør lítið er tað tesk, vit hoyra um hann! Men toru veldis hansara – hvør skilir hana?» |