|
Jobsbók, kapittul 27 Framhald av røðu Jobs: Hann gongur ikki frá, at hann er sakleysur v1Og Job helt áfram at flyta røðu sína:v2«So satt sum Guð livir, ið tikið hevur burtur rætt mín, hin alvaldi, sum elvt mær hevur beiskan harm:v3So leingi sum lívsandi er í mær, og andi Guðs í nasum mínum,v4skulu varrar mínar ikki tala ilt og tunga mín ikki mæla svik!v5Fjart veri tað mær at geva tykkum rætt! So leingi sum eg ani, gangi eg ikki frá sakloysi mínum!v6Rættvísi mína haldi eg fast við og sleppi henni ikki; meg ákærir eingin av døgum mínum! Á ymiskan hátt revsar Guð hin gudleysa v7Fari mínum fígginda eins og hinum gudleysa, mínum mótstøðumanni eins og hinum rangláta.v8Tí at hvørja vón hevur hin vanhalgi, tá ið Guð sker hann av og krevur sál hansara?v9Man Guð hoyra róp hans, tá ið neyð gongur á hann?v10Kann hann fegnast í hinum alvalda ella á hvørji stund kalla á Guð?v11Eg skal læra tykkum um hond Guðs, ikki loyna tí, sum hin alvaldi hevur í hyggju;v12tit hava jú sjálvir sæð tað; hví hugsa tit so lítið?v13Hetta er jú lutur hins gudleysa frá Guði, arvurin, ið yvirgangsmenn ljóta av hinum alvalda:v14Fjølgast børn hans, skal svørðið týna tey, avkom hansara mettar seg ikki við breyði.v15Teir, ið undan komast, jarðar drepsóttin; einkjur teirra halda ongan harmagrát eftir teir.v16Rúgvar hann saman silvur eins og mold og dregur klæði saman eins og leir –v17tá dregur hann saman, men hin rættvísi fer í tey, silvur hans lutast hinum sakleysa.v18Hann byggir sær hús eins og kongurlakkur, líkt eini búð, sum varðmaður setir upp.v19Ríkur legst hann – men síðstu ferð; hann letur upp eyguni – men tá er einki eftir.v20Sum vatnflóðir fáa ræðslur hann aftur; á nátt rívur stormurin hann burtur.v21Hann fýkur avstað fyri eystanstormi, sum foykir hann burtur frá heimstaði hans.v22Guð skjýtur eftir honum eirindaleyst; við skundi má hann flýggja undan hendi hans.v23Menn klappa í lógva yvir hann, bríksla hann burtur frá bústaði sínum. |