Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jobsbók, kapittul 28
Framhald av svari Jobs: Best fjaldu gripirnir verða funnir av menniskjum
v1Silvur verður jú funnið á staði sínum, og somuleiðis gullið, sum verður reinsað;v2jarn fæst upp úr jørðini, og kopar verður brætt burtur úr gróti.v3Maður vinnur á myrkrinum, úr djúpastu holum hann leitar fram steinar, sum fjaldir hava ligið í bølamyrkri.v4Djúpt niðri undir fótum sínum brýtur hann sær námugongdir, gloymdur, fjart frá fólki hongur hann og reiggjar í leysum lofti.v5Upp úr jørðini veksur breyðið; hon verður rótað um, sum var tað av eldi.v6Saffirur finst í gróti jarðarinnar; og gullsand finnur tann, ið grevur.v7Ørnin kennir ikki vegin hagar, og heykurin ber ikki eyga við hann;v8hini stoltsligu villdjórini ganga hann ikki, ljónið fer ikki eftir honum.v9Hann leggur hond á harðasta grót, skakar fjøllini av grund;v10í bjørgini høggur hann gongdir, eyga hans sær hvønn dýrindisstein.v11Hann teppir streymar, so at teir steðga, hitt fjalda flytur hann fram í ljósið.
Men vísdómin kann eingin vinna fyri silvur og gull
v12Men spekin, hvar er hon, og hvar er vitskan at finna?v13Vegin til hennara kennir ikki maður; hon finst ikki í mannaheimi.v14Frumdjúpið sigur: «Í mær er hon ikki!» Og havið sigur: «Ikki er hon hjá mær!»v15Hon fæst ikki fyri tað skíra gull, ikki kann hon keypast fyri silvur.v16Hon verður ikki goldin við Ofirgulli ella við dýrum sjóham- og saffirsteinum.v17Gull og glar viga ikki upp ímóti henni, og hon fæst ikki í býti fyri gripir av skírum gulli;v18eg vil ikki tala um krystallar og kórallar; spekin er betri at eiga enn perlur.v19Tópasar Blálands eru einki móti henni; hon verður ikki goldin við reinasta gulli.
Guð hevur kent vísdómin frá upphavi
v20Men spekin, hvaðan kemur hon? Hvar hevur vitskan heimstað?v21Hon er duld fyri eygum teirra, sum liva, fjald fyri fuglum himinsins.v22Undirdýpið og deyðin siga: «Vit hava einans hoyrt hana gitna.»v23Guð eina kennir veg hennar, hann eina veit um stað hennar.v24Tí at hann skoðar til endamark jarðar, alt undir himni sær hann.v25Tá ið hann tilskilaði vindinum vekt og mátaði vatnið við máti,v26tá ið hann setti regninum mark og snarljósinum veg gjøgnum skýggini,v27tá sá hann spekina og boðaði frá henni; tá skipaði hann fyri henni og rannsakaði hana.
Gudsótti er vísdómur
v28Men við mannin segði hann: «Sí, at óttast Harran, tað er speki, at víkja frá tí illa, tað er vitska.»»