|
Jobsbók, kapittul 29 Síðsta røða Jobs. Farna eydna hans. v1Og Job helt áfram við røðu síni og segði:v2«Á, at mær hevði verið sum í forðum, sum á hinum døgum, tá ið Guð varðveitti meg,v3tá ið lampa hans lýsti yvir høvdi mínum, og eg gekk við ljósi hans ígjøgnum myrkrið,v4sum á valadøgum mínum, og vinskapur Guðs var yvir tjaldi mínum,v5tá ið hin alvaldi enn var við mær, og børn míni vóru kring meg,v6tá ið føtur mínir vóðu í róma, og oljan veldi upp, hvar eg gekk,v7tá ið eg gekk út í borgarliðið og setti á torginum stól mín!v8Ungmenni høvdu seg burtur, tá ið teir sóu meg, gamlir risu úr sæti og stóðu upp,v9høvdingar fingu ikki orðið upp; teir løgdu hondina á munnin,v10rødd tignarmanna tagnaði, tunga teirra loðaði við góman;v11teir, ið hoyrdu meg, søgdu meg sælan, teir, ið sóu meg, góvu mær lovorð,v12tí at eg bjargaði arminganum, ið rópaði um hjálp, faðirloysinganum, ið ongan góðan hevði.v13Hin deyðkomni bað alt gott oman yvir meg, eg hjarta einkjunnar fylti við fagnaði.v14Eg klæddist í rættvísi, og hon í meg; rættur var mær skikkja og høvuðskreyt.v15Eg var eyga hins blinda, og eg var fótur hins halta.v16Eg var faðir teirra fátæku, og málevni ókunnumansins eg rannsakaði.v17Jakslir teirra ranglátu breyt eg, og reiv bráðina undan tonnum teirra.v18Tá hugsaði eg: «Í reiðri mínum man eg andast, liva leingi eins og Føniks fuglurin;v19vatn man renna at rót míni, og døggin liggja nátt á greinum mínum;v20heiður mín skal altíð verða nýggjur, bogi mín altíð yngjast í hond míni!»v21Teir lýddu á meg og bíðaðu, tagdu, meðan eg legði ráð.v22Tá ið eg hevði talað, tók eingin aftur til orða, orð míni drupu leskandi á teir.v23Teir bíðaðu mín eins og regns, opnaðu munnin eins og eftir várregni.v24Eg leit brosandi til teir hugbrotnu, andlit mítt fingu teir aldri gjørt dapurt.v25Eg leiddi teir og sat fremstur teirra millum, sat eins og kongur í miðjum herliði sínum, eins og hann, ið uggar sorgarbundnar. |