Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jobsbók, kapittul 3
Job bannar degi sínum
v1Síðan læt Job upp munn sín og bannaði degi sínum.v2Og Job tók til orða og segði:v3«Hvørvi tann dagur, tá ið eg var føddur, tann nátt, sum segði: «Sveinsbarn er gitið!»v4Tann dagurin verði myrkur, Guð har uppi spyrji ikki eftir honum, eingin dagsglæma lýsi á hann!v5Bølamyrkur heinti hann heim aftur, tokur leggist um hann, sortar ræði hann!v6Myrkrið gloypi teirri nátt, hon verði ei við millum ársins dagar, hon komi ei upp í mánaða tal!v7Ja, oyðin og ber verði henda nátt, eingin fagnaður ljóði á henni!v8Teir, ið banna døgum, banna henni, teir, ið kønir eru í at mana upp Livjatan!v9Myrkni morgunstjørna hennar, til einkis hon bíði eftir lýsing, eygnabrýr morgunroðans fái hon aldri at síggja,v10tí at hon stongdi ei fyri mær dyr móðurlívsins og fjaldi ei kvølina fyri eygum mínum!
Hví doyði eg ikki í móðurlívi?
v11Hví doyði eg ikki í móðurlívi ella andaðist alt fyri eitt á móðurfangi?v12Hví vóru knæ at taka ímóti mær, hví vóru bróst til mín at súgva?v13So hevði eg nú ligið og hvílt, so hevði eg sovið og havt friðv14hjá kongum og tívum á jarðarríki, ið bygdu sær gravarhallir,v15hjá høvdingum, ið áttu almikið gull, ið hús síni fyltu við silvuri!v16Ella eg var ikki til, eins og duldur burður, eins og børn, sum ongantíð sóu ljósið!v17Har halda gudleysir uppat við háva sínum, har verða troyttir hvíldir.v18Har hava allir fangarnir ró, har hoyra teir ikki fangavarðarins róp.v19Smá og stór eru líka har, og trælurin er har leysur við harra sín.
Hví skulu tey liva, sum líða og ynskja sær deyðan?
v20Hví gevur hann teimum ljós, ið líða, teimum lív, ið sorgarbundin eru,v21teimum, sum stunda á deyðan, men til einkis, sum grava eftir honum meir enn eftir fjaldum gripum,v22teimum, sum gleðast um ein gravstein, og fegnast, tá ið teir grøvina finnav23– tí manni, sum onga gøtu sær, sum Guð hevur byrgt inni?v24Tí at stynjan er vorðin mítt dagliga breyð, og klaga mín rennur sum vatn.v25Tí at tað, sum eg óttist, rámar meg, tað, sum eg ræðist, hendir meg.v26Neyvan fái eg frið, neyvan fái eg rógv, neyvan fái eg linna, so kemur órógv aftur.»