Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jobsbók, kapittul 30
Framhald: Nú stríð og pínsla
v1Men nú flenna teir at mær, ið yngri eru enn eg – og kortini hirdi eg ikki at seta fedrar teirra millum seyðahundar mínar.v2Lítið virði eg um teirra máttugu hendur! Mist hava teir alla ungdómsmegi;v3av troti og hungri teir skríða í skræðuni; teir gnaga reyn og oyðimerkur;v4teir royta sær salturtir millum runna, og gývilrøtur er føðsla teirra.v5Úr hvørjum mannafelagi verða teir riknir; fólk rópar eftir teimum sum eftir tjóvi;v6teir búgva í gjáum, fullum av ræðslum, í moldholum og berghellum;v7millum runna ganga teir og grenja, hølast inni í hømiliutyssum,v8eitt fákunnugt, navnleyst ættarkyn, rikið av landinum við koyrli.v9Nú yrkja teir tættir um meg; eg eri vorðin teimum tiltak;v10teir hava andstygd fyri mær og koma mær ikki nær, aftra seg ikki við at spýta á meg.v11Tí at hann hevur loyst bogastrong mín og nívt meg; teir sleppa teymum sínum fyri ásjón míni.v12Mær til høgru handar veksur upp avkom teirra; teir taka meg av fótum og leggja glatunarvegir fyri meg;v13teir hava brotið upp veg mín, skundað undir fall mítt, og eingin forðar teimum.v14Eins og inn um stórt skarð í múri koma teir og brótast fram, har alt liggur í sorli.v15Ræðslur hava snúgvast ímóti mær, tign mín er farin sum fyri vindinum, sum skýggj er gæva mín horvin.v16Sál mín er sundurfarin í mær, eymdardagar halda mær føstum.v17Um nætur tað nítur í bein míni, aldri blunda mínir gnagandi verkir.v18Fyri mikla mátti hans er hold mítt avskeplað, tað hongur uttan á mær, sum var tað kyrtil mín.v19Hann tveitti meg út í rununa, eg eri vorðin eins og mold og øska.v20Eg rópi til tín, men tú svarar ikki; tú stendur har, men gevur mær ikki far.v21Grimmur ert tú vorðin mær, við tíni sterku hond tú stríðist ímóti mær.v22Tú tveitir meg fyri vind og vág, í stormgný letur meg farast.v23Tí at eg veit, at tú vilt leiða meg til heljar, í húsið, har alt livandi savnast.v24Men rættir ikki maður, ið søkkur, hondina út, rópar hann ikki um hjálp í vanda sínum?v25Græt eg ikki við teimum, ið høvdu ringar dagar? Syrgdi ikki sál mín við teimum, ið fátæk vóru?v26Eg stundaði eftir eydnu, men ógæva kom; eg væntaði ljós, men tað varð myrkur.v27Tí bylgist mín barmur uttan hvíld, eymdardagar hava verið mær fyri.v28Svartur í holdinum gangi eg – men ikki av sólarhita; í miðjum savnaði rísi eg upp og rópi um hjálp.v29Eg eri vorðin bróðir sjákálanna og lagsbróðir strutsanna;v30húð mín er svørt og flusnar av mær; bein míni eru brend av hita.v31Tí ljóðar mín sittari syrgin, og ljóðpípa mín sum harmagrátur.