|
Jobsbók, kapittul 31 Framhald: Sakloysi hansara v1Eg gjørdi sáttmála við eygu míni, at eg skuldi ikki hyggja at ungmoyggj.v2Tí hvat hevði annars verið luturin frá Guði har uppi, arvurin frá hinum alvalda á himnahæddum?v3Er ikki glatan fyri hin rangláta og ógæva fyri illgerðarmannin?v4Sær hann ikki vegir mínar, telur hann ikki øll míni fet?v5Havi eg gingið við lygnum, og hava føtur mínir verið skjótir eftir svikumv6– Guð vigi meg á rættari vágskál, tá man hann síggja sakloysi mítt –v7viku míni fet av vegnum, fylgdi mítt hjarta eygum mínum, ja, er nakar flekkur á hondum mínum –v8tá eti aðrir tað, sum eg havi sáað, tá verði vøkstir mínir slitnir upp við rót!v9Læt eg hug mín dára av konu, ella slotaði eg við dyrnar hjá granna mínum,v10tá mali kona mín á kvørn fyri annan, tá leggi aðrir seg hjá henni!v11Tí at tílíkt er skemdargerð, misbrot, ið fær sín dóm,v12ja eldur, sum oyðir til grundar og brennir av upptøku mína!v13Havi eg einkisvirt rættin hjá træli og trælkvendi mínum, tá ið tey høvdu trætumál við meg,v14hvat skuldi eg gjørt, um Guð tá reis upp, og hvat skuldi eg svarað, tá ið hann kom at rannsaka?v15Hevur ikki tann, sum skapaði meg, eisini skapað hann í móðurlívi? Hevur ikki hin sami virkað okkum í móðurkviði?v16Havi eg sýtt fátækum bøn og latið eygu einkjunnar slokna?v17Havi eg einsamallur etið breyð mítt og einki latið faðirloysingan fingið burturav?v18Nei, alt frá ungdómi havi eg eins og faðir fostrað hann, frá tí eg var lítil, havi eg hjálpt einkjum.v19Havi eg sæð arminga klædnaleysan og fátækan uttan áklæði?v20Vissuliga nei; meg signaðu lendar hans, tá ið hann vermdi seg við ull av seyðum mínum.v21Havi eg hevjað hond ímóti faðirloysinganum, tá ið eg visti mær viðhald í borgarliðinum,v22tá loysni akslarnar frá herðunum, og verði armur mín støktur úr liði!v23Tí at ótti fyri Guði ræddi meg, eg megnaði tað ikki fyri hátign hans.v24Gjørdi eg gull til vón mína og nevndi hitt skíra gull álit mítt,v25var tað gleði mín, at eg var ríkur, at hond mín hevði vunnið mær miklan eyð,v26leit eg at sólini, hvussu hon skein, at mánanum, ið glæsiligur fór sína leið,v27tøldist í loynum hjarta mítt, so at eg gav teimum handarkoss,v28tá hevði tað verið misbrot, ið átti at verða revsað, tí at tá hevði eg avnoktað Guð á himna hæddum!v29Gleddist eg við ógævu fígginda míns, fegnaðist eg, tá ið óhapp varð honum fyri,v30– nei, ikki loyvdi eg góma mínum at synda, so at eg við illbønum ynskti hans deyða!v31Mátti ikki húsfólk mítt siga: «Hvønn hevur hann við borð sítt ikki mettað við kjøti?»v32– Nei, ikki læt eg ókunnigan liggja úti á nátt, heldur opnaði eg ferðamanninum hurðar mínar.v33Fjaldi eg á mannavísi syndir mínar, so at eg krógvaði mær í barmi misgerð mína,v34av tí at eg óttaðist fjøldina, og at ættarfrændur skuldu vanvirða meg, so at eg tagdi og fór ikki út fyri dyr! –v35Gævi eg hevði einhvønn at lýða á meg! Her er undirskrift mín – hin alvaldi svari mær! Hevði eg havt bræv ákærara míns,v36vissuliga skuldi eg tikið tað upp á økslina, bundið tað sum høvuðskreyt um mítt enni,v37eg skuldi sagt honum frá hvørjum feti mínum, gingið sum høvdingi fram fyri hann!v38Hevur jørðin rópað undan mær, so at allar foyrur hennara grótu,v39havi eg notið gróður hennara ógoldnan, og týnt ánarar hennara av lívi,v40tá spretti tornir upp í staðin fyri hveiti og illgresi í staðin fyri bygg!» Her enda røður Jobs. |