|
Jobsbók, kapittul 32 Elihu ikki nøgdur við Job, heldur ikki við vinir hans v1Hesir tríggir góvust nú at svara Job, av tí at hann helt seg vera rættvísan.v2Men tá vreiddist Elihu Bárakelsson Buziti av Ráms ættarkyni; vreiði hans tendraðist móti Job, av tí at hann helt seg vera rættvísari enn Guð,v3og móti teimum trimum vinum hans, tí at teir einki svar vistu og kortini søgdu Job órættvísan.v4Elihu hevði bíðað, meðan teir talaðu við Job, av tí at teir vóru eldri enn hann.v5Men tá ið hann sá, at teir tríggir menninir einki fingu svarað, tendraðist vreiði hans; Elihu vil tala, nú Job hevur tept vinir sínar. Hann vil vera rættvísur v6tá tók Buzitin Elihu Bárakelsson til orða og segði: «Eg eri ungur á aldri, og tit eru gamlir menn, tessvegna firnaðist eg og aftraði meg frá at kunngera tykkum tað, eg veit.v7Eg hugsaði: «Lat aldurin tala og árini mongu kunngera vísdóm!»v8Tó – tað er andin í monnunum, andablástur hins alvalda, sum ger teir vitrar.v9Hinir gomlu eru ikki altíð vitrastir, oldingar skyna ikki altíð, hvat ið rætt er.v10Tí sigi eg: Lýðið á meg, latið eisini meg telja tað, eg veit.v11Eg bíðaði eftir orðum tykkara, eftir at hoyra skilatalu; alt meðan tit leitaðu eftir orðum,v12gav eg mær gjølla far um tykkum, men sí, eingin sannførdi Job, eingin tykkara rak orð hans aftur.v13Sigið nú ikki: «Vit hava rakt við vísdóm; eina Guð kann fella hann, ikki maður!»v14Ikki móti mær hann snúði røðu síni, og við orðum tykkara ætli eg ikki at svara honum.v15Teir eru ræddir, vita einki meir at svara, orðini eru uppi hjá teimum;v16men eigi eg at drála, tá ið teir tiga og standa uttan at vita svar?v17Nei, eisini eg vil svara mítt, eisini eg vil telja tað, sum eg veit.v18Tí at eg eri fullur av orðum, andin í barmi mínum trokar á meg;v19barmur mín bylgist eins og innibyrgt vín, er um at rivna eins og nýfyltir bjølgir.v20Eg vil tala til tess at fáa lætta, lata upp varrar mínar og svara.v21Eg geri ongan mannamun, smikri ongan.v22Tílíkt má eg ikki gera, tí at skjótt hevði tá skapari mín rivið meg burtur. |