|
Jobsbók, kapittul 33 Job skal fyrst hoyra, so svara, um hann er førur til tess. Hann kann ikki umbera seg við nøkrum v1Men hoyr nú, Job, orð míni, lýð á alt, sum eg sigi!v2Sí, eg opni munn mín, tunga mín talar í góma mínum;v3av reinmeintum huga eg tali, royndum orðum varrar mínar mæla;v4andi Guðs hevur skapað meg, andablástur hins alvalda gevur mær lív.v5Svara mær, um tú kanst, búgv teg móti mær og gakk fram!v6Sí, eg eri eins og tú fyri Guði, eisini eg eri myndaður úr leiri;v7tær nýtist ikki at ræðast meg, hond mín skal ikki níva teg niður. Orð Jobs um, at Guð er fíggindi hans, hóast hann er sakleysur, eru følsk v8Men nú hevur tú sagt fyri oyrum mínum – hesi orð hoyrdi eg teg mæla:v9«Eg eri reinur og uttan misbrot, sakleysur, og hjá mær er eingin misgerð;v10men Guð finnur sær eitthvørt til sakar móti mær og telur meg fígginda sín;v11hann setir føtur mínar í stokkin, gætir allar leiðir mínar!» Guð vil í góðsku síni frelsa menniskju frá deyða. Tí ávarar hann tey móti synd, stundum í dreym, stundum við líðingum v12Sí, í hesum hevur tú órætt, tað er svar mítt; tí at Guð er meiri enn maður.v13Hví vilt tú seta at Guði, fyri tað at hann ikki svarar øllum orðum tínum?v14Tí at vissuliga talar Guð bæði á ein og annan hátt, men menn geva tí ongan ans.v15Í dreymum, í náttarsjónum, tá ið tungur svøvnur er fallin á menn, og teir liggja og dúra í rekkjum sínum,v16tá opnar hann oyru manna og skelkar teir við ræðumyndum,v17til tess at aftra mannin frá misgerð og doyva hugmóð í mannanna børnum,v18bjarga sál hans frá grøvini og sleppa honum undan bana. v19Maður verður eisini agaður við svárum sjúkum, so at tað nítur honum í merg og mønu;v20honum vamlast við mat, sál hansara stendst við allar krásir;v21hold hans fúnar, so at einki sæst aftur av tí; beinini, sum áður ikki sóust, eru ber;v22sál hans kemur tætt at grøvini, lív hans nærkast hinum drepandi vøldum. Tá menniskju venda við, verður alt gott aftur. Hetta eigur Job at hugsa um v23Er tá hjá honum ein eingil, ein millumgongumaður, ein av hinum túsundum, ið boða manninum aga,v24og hann tá biður fyri honum og sigur: «Frels hann frá at fara niður í grøvina, loysnargjaldið havi eg fingið!»v25Tá yngist hann aftur í holdum, sínar ungdómsdagar fær hann aftur.v26Hann biður til Guðs, og hann er honum náðigur, hann skoðar ásjón hans við fagnaði og telur monnum frá frelsu síni;v27hann syngur um tað fyri fólki og sigur: «Eg syndaði og rongdi tað, sum rætt var; kortini varð tað mær ikki afturlønað;v28hann loysti sál mína frá at fara niður í grøvina, lív mítt gleðist við at síggja ljósið!»v29Sí, alt hetta ger Guð bæði tvær og tríggjar ferðir við manninv30til tess at bjarga sál hans frá grøvini, til tess at lata hann skoða ljós lívsins! |