Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jobsbók, kapittul 34
Elihu talar til vinirnar
v1Og Elihu tók aftur til orða og segði:v2«Tit vitru menn, hoyrið orð míni, tit fróðu, gevið mær ljóð!v3Tí at oyrað kannar orðini, eins og gómin bragdar matin.v4Latum okkum tí royna, hvat ið rætt er, rannsaka hvør við øðrum, hvat ið gott er.
Job talar um Guðs órættvísi
v5Job hevur jú sagt: «Eg eri sakleysur; Guð hevur tikið mín rætt frá mær;v6hóast rætt mín standi eg sum lygnari, eri særdur til deyða, tó at eg onga misgerð havi gjørt!»
Job bindur felag við gudleysar menn
v7Hvar finst maður líkur Job, ið drekkur spottan eins og vatnv8og fer í herslag við illgerðarmonnum og hevur felag við gudleysar menn?v9Tí at hann hevur jú sagt: «Hvat gagnar tað manni at vinna sær tokka hjá Guði?»
Guð er lýtaleysur
v10Tessvegna hoyrið meg, tit skynsomu menn: Fjart er tað frá Guði at synda, frá hinum alvalda at fremja órætt!v11Nei, hann lønir manninum verk hans og letur mansbarnið bøta fyri sína atferð;v12Guð fremur als ikki ranglæti, hin alvaldi reingir ikki rættin!v13Hvør fekk honum jørðina í varðveitslu? Hvør man gæta allan heimin?v14Tekur hann andan aftur til sín og byrgir fyri lívsanda sínum,v15tá man alt hold geva upp andan, og maðurin aftur verða at mold.
Elihu talar til Job: Guð stjórnar heiminum við rættvísi; hann sær alt
v16Hevur tú vit, tá hoyr hetta, og gev orðum mínum ljóð!v17Kann tann, sum hatar rættin, vera stjórnari? Ella vilt tú sekan døma hin rættvísa, hin veldiga?v18sum sigur við kongin: «Tín níðingur!» og við tignarmannin: «Tín brotsmaður!»,v19sum ikki hevur høvdingar í meiri mæti og ikki setir ríkan hægri enn fátækan, tí at allir eru teir handaverk hans.v20Brádliga doyggja teir, ja, á miðjari nátt; hann leggur at stórmonnum, og teir farast, veldigir verða týndir, ikki fyri mannahond.v21Tí at hann eygleiðir mannanna veg, hvørt fótafet teirra sær hann.v22Einki myrkur, eingin niða er til, har illgerðarmenn seg kunnu fjala.v23Tí at maðurin fær onga frest til at møta fyri Guði í rættinum.v24Veldigar brýtur hann niður uttan rættarrannsókn og setir aðrar í teirra stað.v25Ja, hann kennir gerðir teirra, hann beinir fyri teimum á nátt.v26Fyri gudloysi teirra hann týnir teir, hann agar teir fyri alra manna eygsjón,v27av tí at teir viku frá honum og løgdu als einki í vegir hansv28og gjørdu, at eymir rópaðu til hans, og at hann mátti hoyra neyðarróp arminganna.
Guð miskunnar iðrandi syndarum, tað kann Job ikki lasta hann fyri
v29Um hann er tigandi, hvør kann sakfella hann? Fjalir hann ásjón sína, hvør kann lasta hann? Kortini hann vakir yvir tjóð og einstaklingi,v30til tess at ikki gudleysur skal ráða og vera fólkinum snerra.v31Um einhvør tá sigur við Guð: «Eg fór skeivur, men skal ikki synda aftur;v32eg síggi tað, gev tú mær leiðbeining; havi eg framt órætt, geri eg tað ikki aftur!»v33eigur hann tá at løna eftir tínum tykki, av tí at tú hevur hug at havna? Sig nú fram tað, sum tú veitst, tí at tú hevur sjálvur borið hetta upp á mál og ikki eg.
Job talar ikki við skili
v34Skynsamir menn munnu siga við meg og vitur maður, ið hoyrir meg:v35«Job talar ikki við skili, høpisleys eru orð hans.v36Gævi, at Job má verða royndur uttan íhald, av tí at hann hevur svarað, eins og illmenni svara!v37Tí at aftur at synd síni leggur hann misbrot oman á misbrot, er drambsfullur her okkara millum og flytur langar røður móti Guði!»»