Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jobsbók, kapittul 35
Triðja tala Elihu: Job sigur, at rættlæti ikki gagnar
v1Og Elihu tók aftur til orða og segði:v2«Telur tú hetta tín rætt, og kallar tú hetta rættlæti títt fyri Guði,v3at tú sigur: «Hvat batar – hvat gagnar tað mær, at eg ikki syndi?»
Um menniskjan syndar, skaðar hon ikki Guð, men seg sjálva
v4Eg skal veita tær andsvar og vinum tínum við tær:v5Lít upp ímóti himni og hygg, sí skýggini, hvussu hátt tey eru yvir tær!v6Um tú syndar, hvønn skaða elvir tú honum? Eru misbrot tíni mong, hvat sakar tað hann?v7Og ert tú rættlátur, hvat kanst tú gagna honum? Ella hvat kann hann fáa av hond tíni?v8Tú maður, teg rakar synd tín, tú mansbarn, teg rakar rættvísi tín!
Guð hoyrir ikki tóm orð
v9Menn kvarta undan miklari kúgan, rópa um hjálp móti armi hinna máttugu,v10men eingin spyr: «Hvar er Guð, skapari mín, hann, sum veitir lovsong á nátt,v11sum gevur okkum kunnleika fram um djórini á fold og ger okkum vitrari enn himinsins fuglar?»v12Har rópa teir – men hann svarar ikki – undan dramblæti illgerðarmanna;v13nei, Guð hoyrir ikki tóm orð, hin alvaldi gevur teimum ikki gætur,v14tíansheldur orðum tínum um, at tú ikki sært hann! Ver kvirrur fyri ásjón hans og bíða eftir honum!v15Men av tí at vreiði hans enn ikki hevur revsað, og at hann hevur givið sær lítið far um syndina,v16tessvegna mælir Job fáfongdum orðum og flytur langar røður við ongum skili.»