Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jobsbók, kapittul 36
Fjórða tala Elihu: Inngangur
v1Og Elihu helt áfram og segði:v2«Bíða eitt sindur, eg skal siga tær nakað, tí at enn er mangt at siga Guði til varnar;v3langar leiðir skal eg fara eftir speki míni og prógva, at skapari mín hevur rætt;v4eg fari vissuliga ikki við lygnum, frammi fyri tær stendur maður við hollum kunnleika.
Við trongdum vil Guð reinsa menniskjuna; gudleys fata tað ikki, herða seg og farast; gudrøkin taka við læru og fáa miskunn
v5Sí, Guð havnar hinum drambláta;v6hann uppiheldur ikki lívi hins gudleysa, men eymar letur hann fáa sín rætt.v7Hann vendir ikki eygum sínum frá hinum rættvísu, hátt hevjaðar í hásætum hjá kongum letur hann teir ævinliga sita.v8Verða teir fjøtraðir við leinkjum og bundnir við reipum eymdarinnar,v9tá kunnger hann teimum gerðir teirra, tey misbrot, teir framdu við dramblæti sínum,v10opnar oyru teirra fyri aga og býður teimum at víkja frá ranglæti;v11um teir tá vilja hoyra og vera lýdnir, skulu teir slíta øll síni ár í gævu og dagar sínar í øllum góðum.v12Men lýða teir ikki, skulu teir falla fyri svørði og geva upp andan í óhyggju síni.v13Men vanhalgir menn treiskast í sínum hjarta; teir rópa ikki um hjálp, tá ið hann fjøtrar teir.v14Í ungdóminum doyr sál teirra, sum horkallar enda teir lív sítt.v15Men hin eyma frelsir hann við eymd hans og opnar oyru hans við trongdini.
Miskunn kann eisini verða Job fyri, men verður hann treiskur, fær hann lut teirra gudleysu
v16Ja, hann vil hava teg út úr neyðini út á víðar ræsur, har einki er til bága, og har gilt er til matna.v17Men tú ert fullur av vanhalgari døman, hugsar einans um dóm og rætt.v18Lat ikki vreiði lokka teg til at spotta og hitt mikla loysnargjald villa teg av leið!v19Kunnu neyðarróp títt, eyður tín og mikli máttur sleppa tær undan trongd?v20Stunda ikki eftir náttini, tá ið tjóðir verða stygdar burtur av støðum sínum!v21Vara teg, fást ikki við ranglæti, so at tú velur órætt heldur enn at líða!
Job eigur at dýrmeta Guð og ikki lasta hann
v22Sí, hátt hevjaður er Guð í sínum veldi, hvør kann leiðbeina eins og hann?v23Hvør hevur fyriskipað honum veg hans, og hvør torir at siga: «Tú hevur gjørt rangt!»v24Hav tú í huga at hálova verki hans, tað, sum menn hava sungið lovkvæði um;v25hvørt mansbarn skoðar tað við gleði, tó at deyðiligur maður einans hómar tað.v26Ja, Guð er størri, enn vit skilja, áratal hans er órannsakanligt.v27Tí at hann dregur droparnar úr havinum og letur teir regna úr síni toku;v28úr skýggjunum hann letur tað sirma og drúpa niður yvir mong fólk.v29Ja, hvør skilir útbreiðslu skýggjanna og dunið frá tjaldi hans?v30Sí, hann breiðir toku sína kring seg og hylur havsins røtur,v31tí at soleiðis mettar hann tjóðirnar og veitir nøgdir av føðslu;v32hendur sínar hylur hann í ljósi og býður tí út ímóti fíggindanum.v33Tora hansara boðar komu hans, ja, eisini djórini siga frá, tá ið hann kemur.