|
Jobsbók, kapittul 37 Framhald: Stórlæti Guðs v1Av hesum titrar hjarta mítt og nøtrar, so at tað kippist úr stað.v2Hoyr, hoyr brakið av rødd hans, dunið, ið fer úr hans munni!v3Undir endilanga himninum letur hann rødd sína fara, og ljós sítt alt at endamarki jarðar;v4eftir tað gellur rødd hans; við torurødd hann tignarliga glymur; snarljósunum heldur hann ikki aftur, meðan rødd hans dunar.v5Undursamliga letur Guð torurødd sína ljóða; hann ger stórverk, sum vit ikki skilja.v6Tí at hann býður kavanum at falla á jørðina, ælunum og skúrunum at streyma stríðan;v7hann setir innsigli á allar menn, so at mannabørn mega kenna verk hans.v8Villdjórini leita sær skjól, fjala seg í bølum sínum.v9Úr høli sínum kemur stormurin og kuldin úr norðanvindunum.v10Fyri andablástri Guðs verður ísur, og vøtnini verða løgd í fjøtur,v11skýggini fyllir hann við vætu og letur ljósini ganga úr teimum,v12tey fara aftur og fram, soleiðis sum hann leiðir tey, til tess at fremja alt, sum hann býður, um allan heim,v13hvørt hann nú reiggjar teimum sum koyrli, ella hann sendir tey við signing.v14Lýð tú, Job, á hetta, statt stillur og gáa um undurgerðir Guðs!v15Veitst tú, hvussu Guð fremur tey, og letur ljósini glampa úr skýggi sínum?v16Skilir tú, hvussu skýggini sveima í leysum lofti, skilir tú undurverk hins alvísa?v17Tú, hvørs klæði eru heit, tá ið jørðin mókar í sunnanloti!v18Tenur tú út við honum himnahválvið, sum fast er eins og stoyptur spegil?v19Kenn mær, hvat vit skulu siga við hann! Myrkur fløkir hugsanir mínar.v20Skal hann frætta, at eg havi talað? Man maður sjálvur ynskja sær bana?v21Og nú, sí, maður hómar ikki ljósið, sum skínur gjøgnum skýggini; men vindur fýkur og sópar tey burtur,v22úr norðuri ljósglæma hómast; øgilig tign er yvir Guði.v23Til hins alvalda náa vit ikki, til hans, ið er mikil í mátti. Men rættin og rættlætið reingir hann ikki.v24Tí óttast menninir hann; men hinar sjálvklóku torgar hann ikki.» |