|
Jobsbók, kapittul 38 Fyrsta tala Guðs til Job: Guð spyr – kann Job svara? v1Tá svaraði Harrin Job út úr storminum og segði:v2«Hvør er hetta, sum myrkir fyri ráðagerðum mínum við skilaleysum orðum?v3Gyrð nú sum ein maður tínar lendar; so skal eg spyrja teg, og tú skalt læra meg.v4Hvar vart tú, tá ið eg legði grundvøll jarðarinnar? Sig fram, um tú hevur tílíkan kunnleika!v5Hvør setti mál hennar – tú veitst tað jú – ella hvør tandi út mátingarband yvir hana?v6Hvar vóru stólpar hennar niðurslignir? Ella hvør legði hornstein hennar,v7meðan allar morgunstjørnur fegnaðust, og allir synir Guðs rópaðu av gleði?v8Hvør byrgdi fyri havinum við hurðum, tá ið tað ymjandi breytst fram úr móðurkviði,v9tá ið eg fekk tí skýggið til klædnabúna og bølamyrkrið til reiv,v10tá ið eg breyt mark fyri tí, setti upp hurðar og lokurv11og mælti: «Higar og ikki longur! Her steðgi tínir stoltu streymar!»v12Hevur tú nakrantíð boðið út morgninum, víst morgunroðanum á stað sín,v13so at hann treiv um skeyt jarðarinnar, og gudleysir ristust burtur av henni,v14so at hon broyttist eins og leir undir innsigli og litaðist, eins og hon var klæði?v15Ljós hinna gudleysu varð tikið frá teimum og hin hevjaði armur sundurbrotin.v16Hevur tú verið við lindir havsins ella gingið á botni frumdjúpsins?v17Munnu lið deyðans hava opnast fyri tær, hevur tú sæð grindir bølamyrkursins?v18Hevur tú rannsakað ta víðu verøld? Sig fram, um tú veitst tað alt samalt!v19Hvar liggur leiðin, hagar ið ljósið býr, og myrkrið – hvar eigur tað heima,v20so at tú kundi flutt tey aftur í land sítt og leitt tey sama vegin aftur á bústað sín?v21Tú veitst tað, tí at tú føddist jú tá, tí at mong hevur tú árini á baki. –v22Hevur tú verið har, sum kavin býr, hevur tú sæð goymslubúr heglingsins,v23sum eg goymi, til tími neyðarinnar kemur, orrustu- og ófriðardagurin!v24Hvar er tað, at ljósið skilir seg sundur, og eystanvindurin breiðir seg út um jørðina?v25Hvør hevur gjørt áarførinum rennur og toruni veg gjøgnum skýgginiv26til tess at lata regna yvir mannoytt land og yvir óbygdar oyðimerkur,v27til tess at metta reyn og oyður og ala fram urtir í oyðisondum?v28Man regnið hava faðir, ella hvør hevur gitið døggdroparnar?v29Úr hvørjum fangi kemur ísurin, og hvør føðir rím himinsins?v30Vøtnini harðna sum grót, og havsins yvirborð stirðnar.v31Bindur tú bondini á Sjeystjørnuna, kanst tú loysa fjøtur Orions?v32Letur tú stjørnumerki djórakringsins koma fram í rættum tíma, og leiðir tú Bjørnina við hvølpum sínum?v33Kennir tú lógir himinsins, og skipar tú fyri valdi hans yvir jørðini?v34Kanst tú at hevja rødd tína til skýggja, so at vatnflóðirnar lýða teg?v35Sendir tú snarljósini avstað, so at tey fara og siga við teg: «Sí, her eru vit!»v36Hvør legði vitsku í skýggini, hvør gav veðurhimninum speki?v37Hvør er so vitur, at hann telur skýggini og hellir burtur úr vatnslutum himinsins,v38tá ið jørðin verður ein evja, og moldbøkkarnir loða hvør við annan? |