Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jobsbók, kapittul 39
Framhald av talu Guðs: Guð spyr framvegis
v1Veiðir tú ljónstíkini bráð, og mettar tú hini gorhungraðu ungljón,v2tá ið tey hølast í bølum sínum ella liggja á loynum undir runnum?v3Hvør gevur ravninum føðslu, tá ið ungar hans rópa til Guðs og reika svangir um?v4Veitst tú tíðina, tá ið steingeitin lembir, gevur tú verkjum hindanna gætur,v5telur tú teir mánaðir, tær ganga kvidnar, so at tú veitst, nær tær skulu kálva?v6Tær leggja seg niður og kálva, skjótt lætta verkir teirra av.v7Kálvar teirra ganga í haganum og verða stórir, teir rýma burtur og koma ikki aftur til teirra.v8Hvør slepti villasnanum leysum, loysti bondini av hinum snarpa djóri,v9sum eg gav oyðimørkina til heim, hin salta slætta til bústað?v10Tað lær at hini hámiklu borg, hoyrir ikki rópan rakstrarmansins.v11Tað leitar millum fjalla eftir beitilendi, søkir sær allar grønar vøkstir.v12Man visundurin vera fúsur at træla fyri teg, standa bundin um nætur við krubbu tína?v13Spennir tú hann við bondum fyri plógvið, gongur hann fyri harvuni í dølum aftan á teg?v14Troystar tú á hans miklu megi, kanst tú líta honum upptøku tína til?v15Troystar tú honum til at flyta kornið heim og savna tað á treskivøllin?v16Hevur strutshønan brotnar veingir, ella vantar henni dún og fjaðrar,v17at hon fær jørðini egg síni og letur sandin verma teyv18og gloymir, at mannaføtur kunnu bróta tey, og villdjórini traðka tey sundur?v19Hon er hørð við ungar sínar, sum vóru teir ikki hennar egnu; at hava strevast til einkis, órógvar hana ikki.v20Tí at Guð læt hana gloyma vitsku og gav henni ongan lut í skynsemi.v21Koma skotgarpar, flagsar hon upp í loft og lær at hesti og reiðmanni.v22Gevur tú hestinum styrki, klæðir tú háls hans við flákrandi faksi?v23Kennir tú honum at leypa sum ongsprettan, meðan ræðsla stendst av hans stoltu neggjan?v24Lystiliga grópar hann dalin upp, vegligur rennur hann á vápnaðar menn;v25ekkaleysur lær hann at ræðsluni, hann hopar ikki undan svørðinum;v26á baki hans ørvahúsin glamrar, spjót og lansur glampa,v27við froysan og goysan rótar hann jørðina upp, ikki fæst hendur á hann, tá ið lúðurin gellur.v28So skjótt sum hornið ljóðar, fer hann at neggja, langar leiðir tevjar hann orrustu, høvdingaróm og herróp.v29Er tað verk av vitsku tíni, at heykurin rennur í loftið upp og breiðir veingir sínar suðureftir?v30Er tað eftir boði tínum, ørnin flýgur hátt og reiðrast á høgum hæddum?v31Hon byggir og býr í bjørgum, í homrum, á fjallatindum.v32Haðan skimast hon eftir æti, langar leiðir hon eygunum rennir.v33Ungar hennar fylla seg við blóði, helst hon er, har sum vignir liggja.»
Job eigur at eyðmýkja seg
v34Og Harrin svaraði Job og segði:v35«Vil trætarin træta longur við hin alvalda? Hann, sum setir at Guði, hann svari hesum!»
Job viðgongur, at hann eigur einki svar
v36Tá svaraði Job Harranum og segði:v37«Eg eri ov lítilsverdur, hvat skal eg svara? Eg má leggja hondina á munnin.v38Einum sinni havi eg talað og taki tað ikki uppaftur, ja, tveimum sinnum, men geri tað ikki aftur!»