|
Jobsbók, kapittul 40 Onnur røða Harrans. Job er ikki førur fyri at sakfella Guð og jarðleggja hinar gudleysu v1Tá svaraði Harrin Job úr storminum og segði:v2«Gyrð nú lendar tínar sum ein maður, so skal eg spyrja teg, og tú skalt meg læra!v3Ætlar tú at gera rætt mín til einkis og sakfella meg til tess at rættvísgera teg sjálvan?v4Hevur tú arm eins og Guð, kanst tú rópa við torurødd eins og hann?v5Skrýð teg við tign og heiðuri, lat teg í dýrd og ljóma;v6úthell tínar vreiðistreymar, eyðmýk við einum eygnabragdi allar hástórar,v7boygg allar dramblátar niður við einum eygnabragdi, jarðlegg hinar gudleysu, har teir standa,v8goym teir í dustinum allar samlar og bind fyri andlit teirra í skotinum!v9Tá skal eg eisini bera tær lov fyri tann sigur, tín høgra hond hevur vunnið tær. Sí nykin! v10Sí, nykurin, sum eg havi skapað eins og teg! Hann etur gras eins og neytið!v11Sí máttin í lendum hans og styrkina í búkvøddunum!v12Sterturin stinnur sum sedristræ, tjósinurnar samantvinnaðar.v13Leggir hans eru rør av kopari, beinini í honum stengur úr jarni.v14Hann er fremstur av verkum Guðs, skapaður til at valda hinum.v15Tí at fóður bera honum fjøllini, har sum øll villdjórini spæla sær.v16Hann liggur undir lotusrunnum, fjaldur í sevi og støri.v17Hann fær lívd og skugga av lotusrunnunum, pílaviðurin við løkin veitir honum skjól.v18Hann órógvast ikki, um áin veksur; er ekkaleysur, um streymar ymja um gapið á honum.v19Hvør kann grípa hann framman ífrá og draga teym ígjøgnum nasar hans? Sí krokodilluna v20Kanst tú við ongli veiða krokodilluna ella binda tungu hennar við snøri?v21Dregur tú sevband ígjøgnum nasar hennar, ella høggur tú krók ígjøgnum kjálkar hennar?v22Man hon bøna og biðja teg leingi og mæla við teg fagurlátin orð?v23Man hon gera sáttmála við teg, so at tú tekur hana til ævinligan træl?v24Kanst tú spæla tær við hana eins og við pisu og lata smágentur tínar hava hana í tjóðri?v25Munnu veiðifeløg sølubjóða hana og býta hana sundur millum sølumannanna?v26Fyllir tú húð hennar við broddum og heys hennar við skutlum?v27Royn og legg hond á hana! Tað stríð manst tú fara at minnast! Tú gert tað ikki uppaftur.v28Tann vón hevði óivað svitast; tú smollið hevði niður bert av at sæð hana. |