|
Jobsbók, kapittul 41 Framhald av røðuni um krokodilluna v1Hvør er so djarvur, at hann torir eggja hana upp, og hvør kann standast móti henni?v2Hvør kemur fram at henni og sleppur heilskapaður, hvør undir øllum himninum?v3Eg skal ikki tiga um limir hennar, um styrki hennar og vakra vakstrarlag.v4Hvør hevur latið hana úr hennara skjaldbúna og farið inn um tvíføldu brynju hennar?v5Hvør opnar hurðar gaps hennar? Ræðslur eru kring hennara tenn.v6Ryggur hennar er skjaldarennur, og bringa hennar innsigli av steinum;v7skildirnir liggja so tættir, at ikki kemst luft inn ímillum;v8teir eru so samfeldir og samangreiptir, at einki kann fáa teir sundur;v9ljósgeislar standa úr nasum hennar, tá ið hon nýsur; eygu hennar eru eins og eygnabrá morgunroðans;v10úr gapi sínum goysir hon kyndlar, neistar fúka úr henni.v11Úr nasum hennar stendur guvan sum úr sjóðandi potti yvir eldi;v12andadráttur hennar kveikir í kol, og login stendur úr gapi hennar;v13á hálsi hennar situr styrki, og ræðsla loypur undan henni;v14tættir hanga vøddar holds hennar, eru sum stoyptir uttan á hana og vikast ikki;v15hart er hjarta hennar, eins og høgt úr gróti, ja, hart eins og niðari kvarnarsteinur.v16Tá ið hon loypur upp, kemur ótti á kappar, teir verða fyri ongum av ræðslu.v17Um einhvør loypur á hana, heldur svørð hans ikki, spjót og ørvar bíta ikki á.v18Hon metir jarnið sum strá og koparið sum fúnaðan við.v19Ørvunum heldur hon ikki undan, sleingisteinar eru henni sum hálmur.v20Gassan metir hon javnt við sev, og lær at hinum hvínandi spjóti.v21Undir buli hennar sita hvassar skeljar, ið gera foyrur í móruna eins og treskisleða.v22Hon letur brala í djúpinum sum í potti, rørir havið upp eins og salvubland.v23Aftan undan henni er ljósrípa, djúpið tykist vera silvurhár.v24Maki hennar er ikki á fold, hon er sum skapað til ikki at kenna ræðslu.v25Hon lítur niður á alt, sum er hátt, hon valdar øllum stoltsligum djórum.» |