Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jobsbók, kapittul 42
Job eyðmýkir seg fyri Guði
v1Tá svaraði Job Harranum og segði:v2«Eg veit, at tú megnar alt, og at einki er tær ógjørligt!v3«Hvør er hesin, ið myrkir fyri ráðagerðum mínum við høpisleysari talu?» Ja, eg havi talað um tað, sum eg einki skil hevði á, um lutir, ið mær vóru ov undurfullir, og sum eg ikki kendi.v4Hoyr, eg biði teg, eg ætli at tala og spyrja teg, og tú skalt læra meg!v5Eg hevði eina hoyrt um teg, men nú hevur eyga mítt sæð teg;v6tí taki eg orð míni aftur og beri angur í mold og øsku!»
Guð revsar vinirnar, men fyrigevur teim vegna forbøn Jobs
v7Eftir at Harrin hevði mælt hesum orðum til Jobs, segði hann við Elifaz Temanita: «Vreiði mín er tendrað móti tær og báðum vinum tínum, av tí at tit hava ikki talað rætt um meg, eins og tænari mín Job.v8Men takið tykkum nú sjey tarvar og sjey veðrar og farið til tænara mín Job og ofrið brennioffur fyri tykkum, og Job tænari mín skal biðja fyri tykkum, tí at vegna forbøn hans skal eg ikki lata tykkum bøta fyri tann dárskap, at tit ikki talaðu rætt um meg eins og tænari mín Job!»v9Tá fóru teir Elifaz Temaniti og Bildad Sjúhiti og Zofar Náamatiti og gjørdu soleiðis, sum Harrin hevði boðið teimum; og Harrin bønhoyrdi Job.
Job verður eydnuríkari enn áður
v10Og Harrin vendi lagnu Jobs, tá ið hann hevði biðið fyri vinum sínum. Og alt, sum hann hevði átt, gav Harrin honum tvífalt aftur.v11Síðan komu til hansara allir brøður og allar systrar hans og allir, sum áður høvdu verið kunningar hans, og hildu máltíð saman við honum í húsi hans, sýndu honum samkenslu og uggaðu hann eftir alla ta ógævu, sum Harrin hevði latið koma oman yvir hann; og teir góvu honum hvør ein ring av gulli.v12Harrin signaði evstu æviár Jobs enn meir enn hini fyrru; honum ognaðist fjúrtan túsund smalur, seks túsund kamelar, túsund pør av oksum og túsund øsnur.v13Og hann fekk sjey synir og tríggjar døtur;v14eina nevndi hann Jemimu, aðra Keziu og hina triðju Keren-Happuk.v15So fríðar konur sum døtur Jobs funnust ikki í øllum landinum. Og hann gav teimum arv við brøðrum teirra.v16Job livdi eftir hetta eitt hundrað og fjøruti ár og sá børn og barnabørn síni í fjórða ættarliði.v17Og Job doyði gamal og mettur av døgum.