Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Jobsbók, kapittul 5
Framhald av talu Elifazar: Gremjing tekur lív dárans
v1Rópa tú bara! Hvør man svara tær? Og at hvørjum av hinum heilagu vilt tú venda tær?v2Tí at gremjing tekur lív dárans, vreiði býttlingsins verður deyði hans.v3Sjálvur havi eg sæð dára verða uppryktan við rót, og bústað hans knappliga rotna upp.v4Synir hans fingu onga hjálp, teir vórðu niðurtraðkaðir í portrinum, og eingin bjargaði teim.v5Tað, ið teir heystaðu, ótu svangir – ja, innan frá tornum tóku teir tað, og mjólk teirra drukku tystir.v6Tí at vanlukkan veksur ikki upp úr moldini, neyðin sprettur ikki upp av jørðini.v7Nei, menniskjan sjálv framleiðir neyð, og neistarnir fúka upp í loft.
Leita til Guðs, ið hjálpir teim eyðmjúku
v8Nei, eg vildi leitað til Guðs og lagt málevni mítt fram fyri hann,v9hann, sum stórverk ger, ið ófatandi eru, og undurverk, ið óteljandi eru,v10sum gevur regn á jørðini og sendir vatn yvir markirnar,v11til tess at lyfta kúgaðum til hæddar, og at sorgarbundin mega fáa sælu;v12hann, sum spillir ætlan teirra snildu, so at hendur teirra einki virka, sum varir,v13hann, sum fangar vísmenn í snildum teirra, so at teir svikafullu leypa framav í ráðum sínum;v14um dagin teir ganga seg í myrkur, trilva mitt á degi, sum var tað á nátt.v15Men hann bjargar hinum arma frá svørði og hinum fátæka úr hond hins sterka,v16so at tað verður vón fyri hin vesæla, og illskapurin má lata munnin aftur.
Tak við aga Guðs og fá signing hans
v17Sí, sælur er tann maður, sum Guð revsar, vanvirð tí ikki aga hins alvalda!v18Tí at hann særir, men bindur eisini um, hann slær, og hendur hans grøða.v19Úr seks neyðum bjargar hann tær, í teirri sjeyndu hendir teg einki ilt.v20Í hungri bjargar hann tær frá deyða, í bardaga sleppur tú undan svørði.v21Fyri koyrli tungunnar ert tú goymdur og tarvt einki at óttast, tá ið oyðingin kemur.v22At oyðing og hungri kanst tú læa, og villdjór jarðarinnar tú tarvt ei at óttast;v23við steinarnar í haganum hevur tú sáttmála, við villdjórini á heiðini hevur tú frið;v24tú fært at kenna, at tjald títt stendur heilt, tú kannar bústað tín og saknar einki;v25tú fært at kenna, at avkom títt er stórt, alvar tínir sum grasið á fold;v26í fullari megi tú í grøvina fert; eins og bundi verða borin niðan, tá ið tíðin er.v27Sí, hetta hava vit útgrundað, soleiðis er tað; hetta hava vit hoyrt, so viti tú tað við!»