|
Jobsbók, kapittul 6 Job svarar, at hann gremur seg, tí at Guð roynir hann v1Tá svaraði Job og segði:v2«Gævi at gremja mín varð vegin og ógæva mín løgd á hina skálina!v3Tí at nú tyngir hon meir enn havsins sandur – tessvegna vóru orð míni í gáloysi talað!v4Tí at í mær sita ørvar hins alvalda, andi mín drekkur í seg eitur teirra; ræðslur frá Guði villa meg.v5Grenjar villasnin í grønum grasi, ella beljar oksin við fóður sítt?v6Eta tey vatndeyvt við ongum salti, ella smakkar eggjahvíti væl?v7Mær býður ímót at nerta slíkt, tey eru sum luttur av ljóni. Job ynskir sær deyðan v8O gævi, at ynski mítt kundi verið uppfylt, og Guð givið mær tað, sum eg vóni.v9Vildi Guð bert sligið meg sundur, rætt hondina út og skorið tráðin frá.v10Tá skuldi tað verið uggan mín – eg skuldi hoppað av gleði í míni ræðuligu pínu – at eg havi ikki avnoktað orð hins heilaga.v11Hvør er máttur mín, at eg skal halda út, og endi mín, at eg skal vera tolin?v12Er tá máttur mín sterkur sum kletturin, ella er likam mítt av kopari?v13Fyri mær er eingin hjálp, hvør stuðul er undan mær tikin. Vinirnir hava svikið v14Tann, ið sýtir næsta sínum góðsku, hann letur ótta fyri hinum alvalda fara.v15Brøður mínir sviku meg sum løkur, sum áir, ið tornaðu upp,v16sum gruggaðar vóru av ísi, og sum kavin legðist í,v17men tornaðu upp, bakaðar av sólini, hvurvu heilt burtur í hitanum.v18Ferðaløg halda burtur av vegnum, fara upp í oyðimørkina og umkomast.v19Ferðakeypmenn úr Tema sóknast eftir teimum, ferðamenn úr Sába seta vón til teirra;v20men teir verða sviknir í áliti sínum, teir koma hagar og verða lotir.v21Soleiðis eru tit nú vorðnir mær, tit sóu ræðsluna og gjørdust ræddir.v22Havi eg sagt: «Gevið mær okkurt, loysið meg út við góðsi tykkara,v23bjargið mær úr fíggindans hondum, keypið meg leysan úr valdsmanna hondum!» Vinirnir eiga ikki at døma orð Jobs, sum teir ikki kunnu avsanna v24Lærið meg, og eg skal tiga, sýnið mær, í hvørjum eg eri farin skeivur!v25Reiðulig orð eru munagóð, men hvat hava átalur tykkara at týða?v26Er tað ætlan tykkara at lasta orð? Men hugsprongdum manni kann vera so mangt fyri munni!v27Sjálvt um faðirloysingin kastaðu tit lut og seldu vin tykkara. Job talar satt og hevur rætt í klagu síni |