|
Jobsbók, kapittul 7 Framhald: Job klagar um lut sín v1Er ikki menniskjan í hertænastu á jørðini? Og dagar hennar sum dagar hjá bønarmanni?v2Eins og trælur, ið tráar eftir skugga, eins og bønarmaður, ið bíðar eftir løn,v3soleiðis ognaðust mær vónbrots mánaðir, og kvalafullar nætur vórðu lutur mín.v4Tá ið eg leggist, sigi eg: «Nær verður dagur, at eg kann fara upp?» og tá ið eg fari upp: «Nær verður kvøld?» Eg mettist av órógv, til tað aftur lýsir.v5Likam mítt er avtakið av møðkum og skruvum, húð mín skorpnar og vætir.v6Skjótari enn vevskeiðin fara dagar mínir, teir hvørva uttan vón.v7Minst til, at lív mítt er ein andablástur, aldri meira fær eyga mítt nakað gott at síggja!v8Eygað á vininum skal ikki síggja meg, eyga títt hyggur eftir mær; men eg eri ikki longur til.v9Eins og skýggið fer og hvørvur, soleiðis kemur tann ikki aftur, ið fer til heljar;v10hann vendir aldri aftur til hús sítt, og heimstaður hans kennir hann ikki meira. Job spyr, hví Guð hevur gjørt hann til skotmál v11So ætli eg mær ikki at leggja teym á mín munn, men í andans trongd míni vil eg tala, eg vil stynja í sálarkvøl míni.v12Eri eg eitt hav, ella eri eg eitt skrímsl, við tað at tú setir varðhald yvir mær?v13Tá ið eg hugsi: «Lega mín skal geva mær linna, beður mín lætta um stynjan mína,»v14tá ræðir tú meg við dreymum, skelkar meg við sjónum,v15so at sál mín heldur vil kódna, heldur vil doyggja enn tola líðing mína.v16Tað er nóg mikið! Eg livi ei allar ævir, slepp mær, tí at dagar mínir eru ein blástur!v17Hvat er maður, at tú metir hann nakað og gevur gætur eftir honum,v18heimsøkir hann hvønn morgun, rannsakar hann hvørja stund?v19Nær vendir tú eyga tínum frá mær, sleppir mær, meðan eg svølgi rákan?v20Havi eg syndað, hvat ger tað tær, tú sum ert varðmaður manna? Hví hevur tú gjørt meg til skotmál hjá tær, hví eri eg vorðin tær ein byrði?v21Hví fyrigevur tú mær ikki synd mína og letur sekt mína fara? Tí at brátt leggist eg til hvíldar undir moldum, og leitar tú eftir mær, tá eri eg ikki longur til.» |